Hákun venur einar tríggjar ferðir um vikuna

- Eg havi ofta upplivað, at okkurt, sum tyngir, kann hvørva við eitt nú at fara ein rennitúr, sigur Hákun Djurhuus

Hvat gert tú fyri at halda teg sunnan?

 

- Eg eti og drekki skilagott, royki ikki og venji einar tríggjar ferðir um vikuna.

 

Tað sigur Hákun Djurhuus, ið flestu kenna - ella vita um - sum stjóra í Sev.

 

Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur?

 

- Rørsla hevur stóran týdning, tá tú ert komin í mín aldur.

 

Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at vera virkin? 

 

- Ja, tað havi eg.  Eg havi altíð íðkað ítrótt og dugi illa at ímynda mær ikki at gera tað.

 

Hákun Djurhuus leggur aftrat, at hann ofta hevur upplivað, at okkurt, sum tyngir, kann hvørva við eitt nú at fara ein rennitúr.

 

(Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, seta vit fokus á heilsu)