Japansku bilframleiðararnir Honda og Nissan skrivaðu í dag undir avtalu um at byrja samráðingarnar um samanlegging.
Teir báðir bilrisarnir ætla, at samanleggingin skal fara fram í august 2026. Samráðingarnar skulu eftir ætlan vera lidnar í juni næsta ár.
Honda skal seta leiðaran í nýggja felagnum, stendur í sáttmálanum. Meginparturin av limunum í nýggju nevndini verður eisini settur av Honda.
Honda er næststørsti bilframleiðari í Japan eftir Toyota, sum eisini er tann størsti í heiminum, tá tað snýr seg um tal av seldum bilum. Nissan er triðstørst.
Tilsamans verða Honda og Nissan triðstørsti bilframleiðari í heiminum eftir Toyota og Volkswagen.
Tað kom fram í farnu viku gjøgnum dulnevndar keldur, at teir báðir bilrisarnir umrøddu eina møguliga samanlegging.
Umrøðurnar koma í eini tíð, har Nissan er í stórum fíggjarligum trupulleikum. Felagið boðaði í november frá, at tað fór at siga 9.000 starvsfólkum upp um allan heimin fyri at lækka útreiðslurnar.
Harumframt fer Nissan at minka um framleiðsluna við 20 prosentum.
Honda hevur eisini boðað frá, at vinningurin hevur verið lægri enn væntað, fyrst og fremst orsakað av fallandi sølu í Kina, hvørs bilídnaður er vaksandi.
Nýggja avtalan millum Honda og Nissan varð løgd fram á tíðindafundi í japanska høvuðsstaðnum, Tokyo.
Eisini er boðað frá, at ætlanir eru um at seta gongd á eitt stórt samstarv við eitt annað japanskt bilfelag. Tað er Mitsubishi, har Nissan er medeigari.
Ritzau/Reuters