Eigur skjótastu tíð við seksmannafari á ólavsøku

Bjarni Hammer gjørdist føroyameistari í seksmannafarsróðrinum við Tvørábátinum á ólavsøku í 2009. - Tað gekk so mikið væl, at vit róðu skjótastu tíð nakrantíð á ólavsøku, og hvørt ár er spennandi at vita, um metið verður standandi í eitt ár aftrat, sigur hann

 

Plagar tú at fara á ólavsøku?  

- Eg havi verið á flestu ólavsøkum – uttan tveimum ella trimum, tá eg havi verið til arbeiðis uttanlands.

Soleiðis sigur Bjarni Hammer.

- Tá vit vóru børn, tóku foreldrini meg og hini systkini við á ólavsøku. Vit høvdu tvær fastrar, sum á ungum árum fluttu til Havnar og settu búgv har. 

Hann sigur, at tann eina fasturin, Sanna, hevði føðingardag ólavsøkudag. 

- Hon skipaði altíð fyri góðum og hugnaligum føðingardegi, sum savnaði alla familjuna allar ólavsøkur - til gleði fyri okkum øll, leggur Bjarni Hammer aftrat.

 

Tað er eingin loyna, at kappróður fyllir nógv í heiminum hjá Bjarna og familju hansara, og í nógv ár hevur tað verið soleiðis, at onkur í húsinum hevur róð kapp á ólavsøku. 

- Hesaferð rógva tvey av húsfólkunum, sigur hann.

Bjarni Hammer vísir á, at skrúðgongan á ólavsøku sjálvsagt eisini fyllir nógv, og í ár verður tað tíggjunda ferðin, at hann sum løgtingslimur fær heiðurin at luttaka.

- Siðaarvurin, sum føroyingar halda fast í og sum unga ættarliðið tekur til sín av fullum og heilum hjarta, er at fegnast um.

Hann heldur, at tað, at so stórur partur av føroyingum við stoltleika savnast til tiltakið við skrúðgongu, gudstænastu, kórsangi og tingsetan, sæst ikki nógva aðrastaðni í heiminum.

- Hetta bergtekur og rørir hvønn hjartastrong á hvørjari ólavsøku, sigur Bjarni Hammer. 

Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?  

- Tað er gott, at ólavsøkurnar ikki broytast, og at vit halda fast í tí siðbundna. Tó kundi verið roynt eftir førimuni, at økt um tiltøkini til børnini, heldur hann.

 

Bjarni Hammer heldur kortini, at ein broyting í ólavsøkumyndini seinnu árini er, at fleiri og fleiri ferðafólk síggjast á tjóðarhátíðini. 

Hann heldur, at hetta ikki einans er at fegnast um, tí hetta hevur viðført, at tað er vorðið sera dýrt hjá vanliga føroyinginum at finna sær okkurt av búgva í. 

- Gistingarhúsprísurin er fleirfaldaður á ólavsøku, sigur hann.

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar? 

- Ólavsøkurnar í 2009 og 2016 sita serstakliga bjartar í minninum. Í 2016 fekk eg heiðurin at luttaka í ólavsøkuskrúðgonguni á fyrsta sinni. Tað var og er enn ein heiður og stoltleiki at vera við til.

Bjarni Hammer vísir á, at í 2009 gjørdist hann føroyameistari við Tvørábátinum á ólavsøku. 

- Tað gekk so mikið væl tað árið, at Tvørábáturin róði skjótastu tíð nakrantíð í seksmannafarsróðrinum á ólavsøku. Enn stendur metið sterkt, og tað er spennandi at fylgja við á hvørji ólavsøku, um ólavsøkumetið hjá okkum verður standandi í eitt ár aftrat, sigur hann brosandi.