Russarasáttmálin: Klára ikki at telja upp í 17 tingfólk

Tað eru eini 3-4 tingfólk í sam­gonguni, sum eru í­móti at enda sam­starv­ið við russ­ar. Tí fær sam­gong­an einki gjørt við russ­lands­sátt­mál­an

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, millum annað í samrøðu við Sosialin. 

 

– Tað veit eg ikki!

 

Tað er stuta svarið frá løgmanni, tá vit spyrja, um fiskveiðusáttmálin við Russlandi verður longd­ur fyri eisini at galda fyri 2026.

 

Hann greiðir frá, at á heyst­ið í 2023 kundu hann stað­festa, at tað bara var ein flokkur, sum stóð saman um at uppsiga fiski­veiðu­sam­starv­ið við Russ­land, so­leið­is sum flokk­ar­nir høvdu lov­að undan valinum.

 

– Og so vóru nógvir einstaklingar í Tjóð­veldi og onkur í Framsókn og Jen­is av Rana sum vildu uppsiga sátt­mál­an, men vit taldu ikki ein meiri­luta í Løg­ting­i­num. Og heldur ikki í sam­gong­uni, sigur løgmaður.

 

– Tann støðan er mær vitandi ó­broytt. Men vit fara at taka tað upp til nýggja við­gerð eft­ir ólavsøku. Men tað sum hevur hast nú er, at ES hev­ur bann­að á­vís­um skipum í sín­um øki. Vit hava higartil fylgt pakk­u­num hjá ES, men í hesum før snýr pakkin seg ikki bein­leið­is um krígg­ið í Ukraina, men meira um virk­semið, sum Russ­land hev­ur aðra­staðni og at sanktionera russ­isk reið­arí, sum ES held­ur eru við til at fremja hern­að­ar­ligt virksemi fyri russisku stjórina.

 

– Vit hava hugt eftir, hvat vit skulu gera, og hvat Noreg ger.

 

Uttanríkisráðið hevur staðfest, at tað er ikki lóg­ar­heimld at seta tað í verk í Før­oyum, tí tað er ikki part­ur av tí lógini, har landsstýrið fekk heim­ild at fylgja ES, tí hetta hevur ikki beinleiðis við kríggið í U­krai­na at gera. Tí mugu vit nið­an í Løg­ting­ið við nýggjari lóg fyri at fáa heim­ild at sank­ti­on­era hesi reið­a­rí­ini, og tann politiska við­gerð­in fer í gongd beint aftan á ólav­søku. Tí at summarfrí ger, at Løg­ting­ið kann ikki kallast saman, sigur løgmaður.

 

– Tað er so tað fyrsta, sum hev­ur skund. Síðani skulu vit taka støðu til um vit skulu gera nýggja fiski­veiðu­sátt­mál­a fyri 2026, sigur løg­mað­ur.

 

Trýr løgmaður uppá, at Russ­lands­sátt­málin fer at enda?

 

– Tað kann henda, men soleiðis sum eg skilji støðuna, hvar fólk eru í sam­gong­uni, so fær samgongan ikki talt upp í 17, sigur hann.

 

Sum skilst eru tað eini 3-4 í sam­gong­uni, sum eru ímóti at slíta sam­starv­ið við russar.

 

Tann avgerðin verður tikin, eftir at lands­stýr­is­mað­ur­in hev­ur ver­ið til ráð­førslu í uttanlandsnevndini.