Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er tortrúgvin um ta friðarætlan, sum kinesiski forsetin, Xi Jinping, hevur við sær undir vitjanini hjá russiska forsetanum, Vlademir Putin, í Moskva.
Tað segði Blinken á tíðindafundi í gjár.
Tað kann vera talan um reinan samráðingarteknikk frá russiskar síðu, heldur hann.
– Heimurin eigur ikki at lata seg lumpa av nøkrum stigi frá Russlandi – við stuðli frá Kina ella onkrum øðrum landi – til at læsa kríggið fast upp á landsins egnu treytir, sigur Blinken sambært tíðindastovuni AFP.
Xi Jinping fór í gjár á tríggja daga vitjan í Moskva.
Tað ger hann tríggjar dagar eftir at altjóða revsidómstólurin ICC sendi út handtøkuboð upp á Putin fyri krígsbrotsgerðir framdar í Ukraina.
Við vitjanin hjá Xi letur Kina skilja, at landið ikki heldur, at Russland eigur at standa til svars fyri teir ræðuleikart, russiskar deildir fremja í Ukraina, sigur Blinken víðar sambært tíðindastovuni Reuters.
Kina legði í februar fram eitt friðaruppskot i 12 punktum. Millum punktini er ein áheitan um vápnahvíld alt fyri eitt.
Men ukrainska kravið um, at allir russiskir hermenn skulu takast úr landinum, er ikki við í uppskotinum hjá Kina.
– Tað einasta, sum uppskotið ger, er at góðkenna russisku hertøkuna higartil, segði trygdarpolitiski talsmaðurin hjá amerikonsku stjórnini, John Kirby, sunnudagin við sjónvarpsstøðina Fox News.
Í gjár segði hann, at USA óttast, at Xi fer at skjóta upp eina vápnahvíldaravtalu, sum letur russiskar hermenn vera verandi á ukrainskari jørð.
– Vit mæla til, at Xi forseti leggur beinleiðis trýst á Putin forseta um tørvin fyri at virða fullveldið hjá Ukraina og ræði á landinum, segði Kirby á tíðindafundi.
Xi Jinping eigur harumframt at tosa beinleiðis við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, fyri at hoyra, hvussu kríggið hevur ávirkað Ukraina, skjýtur hann upp.
– Vit vóna, at Xi forseti fer at trýsta Putin forseta til at steðga við at bumba ukrainskar skúla og sjúkrahús, sigur Kirby.
/ritzau/Reuters