Blues Perlan á Reisarínum

Tíðindaskriv: Í nógv ár, siðan 2014 hava tveir menn sett fyrsta vikuskifti í apríl av til BluesPerluna á Reinsarínum.

Uni Debess og Edvard Nyholm Debess hava øll árini verið fyriskiparar og er BluesPerlan eitt tiltak sum er drivið av áhuga fyri og alski til bluestónleikin. Hetta er einasta tiltakið á árinum sum er ogna bluestónleikinum burturav og nógv eru tey frægu nøvn, bæði føroysk og útlendsk, sum hava mynda hendan lítla festivalin.

Eisini í ár er skráin spennandi:

Suðringarnir í Froðbiar Sóknar Bluesorkestur leggja út við sínum siðbundna bluesi og seta eina tjúkka striku undir at teir eru ein instutitión í tónleikalívinum í Føroyum. 

Teimum á baki kemur Uni Debess við sínum Tomcats, ein samanrenning sum nú í fleiri ár hevur víst at føroyskur bluesur enn er sprelllivandi.

Tað útlendska navnið í ár eru The Downshifters(DK), ein bólkur sum við sínum vælútførda akkustiska bluesi er nógv at hoyra runt í Danmark. Hetta er siðbundin og vælsvingadi bluesur, og tónleikin rópa teir sjálvir: ”beskidt, akustisk blues fra det østjyske floddelta”.

Síðst á pallin hetta kvøldið eru The Blues Stars.

 

##med2##

Sangararnir Elin B. Heinesen, Árni Jóhannessarson, Jasmin Mote og Jens Marni Hansen stilla upp og geva, saman við húsaorkestrinum teirra egna boð uppá blues og hvussu hann kann ljóða - eitt sera spennandi og forkunnugt innslag.


BluesPerlan hevur øll árini verið væl vitja og stemningurin er altíð í topp - eitt fjálgandi tiltak sum hevur stóran týdning, fyri bæði áhoyrarar og tónleikarar.


Reinsaríið
, leygarkvøld 1. apríl.
 Dyrnar lata upp kl. 19.00.