Rætt hevði hann, tí tá eg fyri næstan 50 árum síðani byrjaði at spæla gittar og gera míni egnu løg, kendi eg einki til ta dramatisku søguna handan populera tónleikin, skrivar Rani Nolsøe.
Tað var tí ikki sørt skelkandi at finna út av, at tann populeri tónleikurin, sum rakk allan vegin til Føroya gjøgnum radiobylgjurnar úr Luxembourg, og sum gjørdist ein tann størsta mentanarliga gávan til hetta land, í veruleikanum tók seg upp millum útslitnar og desperatar trælir í Amerika.
Tað vóru trælirnir sum skaptu negro spiritual tónleikin og brúktu hann til linna og ugga í tí vónleysu tilveru tey vóru tvungin inn í.
Fyri teir var tónleikurin ein spurningur um lív ella deyð.
Og tað var hesin tónleikur, sum mentist til blús, jazz og gospel. Og til kontry, swing og R&B, áðrenn alt eksploderaði í rokk’n’roll kollveltingini mitt í 1950-árunum við Elvis Presley og tí nýggja ungdóminum í fokus, sum uppá mangar mátar broytti USA.
Einans trý ár eftir stóra gjøgnumbrotið hjá Elvis, skrivaðu Robert McBirnie og hinir í Red Boys tónleikasøgu, tá teir sum teir fyrstu í Føroyum settu streym á tónleikin í Losjuni suðuri í Vági. Og saman við teimum fyrstu tannáringunum í Føroyum, og tí nýggja, ungdómliga og orkumikla tónleikinum, traðkaðu teir og allir føroyingar, inn í 1960-árini - tað máttmiklasta áratíggju nakrantíð.
Søgan um røturnar hjá populer tónleikinum er ein bergtakandi ferð aftur til ta døpru trælatíðina í USA og til tey fjøltáttaðu samfelagsligu rák við ovurstórari búskaparligari menning, tilflyting úr øllum heiminum og rasismu, sum tónleikurin er sprettur úr.
Søgan gongur eisini aftur til Bakar Hansen í Føroyum, sum fekk føroyingar til at spæla uppá ljóðføri og hvussu tað fekk jazz tónleikin at spretta í Havnini í 1920-árunum og hvussu Simme og øll hini mitt í 1950-árunum loftaðu radiobylgjunum úr Luxembourg og skaptu tey fyrstu hittini tá útvarpið varð sett á stovn í 1957.
Hetta er søgan um eksplosivu undirtøkuna í Vági, idolini í Havn og skelkin í Klaksvík, skrivar Rani Nolsøe um bók sína.
Bókaframløga, tónleikur og prát í Miðlatúni
Eitt heilt serligt og hugnaligt tiltak nú leygardagin kl. 12.00–14.00 í Miðlatúni, har vit sameina orð og tónleik í eini spennandi bókaframløgu.
Rani Nolsøe leggur fram síni nýggju bók – og tú kanst bæði keypa og fáa hana signeraða á staðnum.
Robert McBirnie greiðir frá sínum heilt serliga leikluti, tá rock'n'roll fyri fyrstu ferð gjørdu innrás í Føroyum – og hvussu hann saman við Red Boys var við at broyta føroyska tónleikalandslagið!
Rani Nolsøe, Robert McBirnie og DagfinnOlsen framføra eisini nøkur løg frá tíðini, tá Elvis gjørdist kendur í Føroyum.
Miðlatún bjóðar kaffi og okkurt gott afturvið.
Stað: Miðlatún
Kl. 12.00–14.00
Tiltakið er ókeypis – og øll eru hjartaliga vælkomin!
Tey sum keyptu atgongumerki til fyrilesturin 5. februar, kunnu avheinta síni eintøk av bókini hendan dagin.