Virðisbrøvini munaðu væl hjá Búnaðargrunninum

Hóast betri grundrakstur og betri úrslit av virðisbrøvum, hevði Búnaðargrunnurin lægri avlop í 2024 enn í 2023. Orsøkin er vaksandi útreiðslur til játtanir, ið Løgtingið samtykkir og Búnaðargrunnurin er álagdur at rinda.

Tíðindaskriv:

 

Grundraksturin gav í 2024 eitt avlop á 1,4 mió. kr., ið var gott og væl tvífalt so stórt sum árið fyri. Úrslitið av grundrakstrinum munaði tó lítið aftur ímóti rokningini frá landskassanum á 6,3 mió. kr. til rakstur av jarðarumsitingini, og tí hevði grunnurin eitt hall á 5,2 mió. kr. áðrenn úrslitið av virðisbrøvum.

Avkastið av virðisbrøvunum hildnaðist tó sera væl í 2024. Nettoinntøkan av hesum var góðar 11,6 mió. kr., og harvið gjørdist ársúrslitið eitt avlop á 6,4 mió. kr.

Høvuðsendamálið hjá Búnaðargrunninum er at veita lán og stuðul til íløgur í føroyskan landbúnað. Umframt lán fyri 25 mió. kr. veitti grunnurin í 2024 eisini stuðul á góðar 8,6 milliónir. Meginparturin av stuðlinum verður veittur til íløgur í bygging og velting, og síðstu 5 árini er stuðul útgoldin fyri tilsamans 56 mió. kr., sum í miðal svarar til góðar 11 mió. kr. um ári.

Í leiðslufrágreiðingini vísir Búnaðargrunnurin á, at Løgtingið í ár hevur samtykt fleiri lógarbroytingar, ið koma at hava neiliga ávirkan á fíggjarligu gongdina hjá grunninum. Víst verður í hesum sambandi eisini á, at seinastu árini hevur fíggjarliga styrkin hjá grunninum ikki megnað at fylgt búskaparligu gongdini í samfelagnum, og at henda støða ikki verður betri við samtyktu lógarbroytingunum.

Útlit eru tí fyri, at Búnaðargrunnurin lutfalsliga fer at vikna sum fíggingarstovnur hjá landbúnaðarvinnuni og við tíðini fær minni og minni týdning sum viðleikari, tá nýggjar íløgur skulu gerast í hesi vinnu.

Stjóri í Búnaðargrunninum er Egon Joensen, og stýrisformaður er Símun Gullaksen. Hini í stýrinum eru Barbara Pállsdóttir Vang, Birita Mortansdóttir, Niels Winther Poulsen og Rani Slættanes