Boris Johnson: - Vladimir Putin er ein idiotur

- Tað hevur týdning, at vesturheiminum letur Vladimir Putin vita, at Russland ikki longur er eitt heimsveldi, og at henda tíðin er farin, sigur Boris Johnson

Fyrrverandi bretski forsætsráðharrin, Boris Johnson, hevur verið ein av trúgvu stuðlunum hjá Ukraina, síðan Russland leyp á grannalandið fyri skjótt trimum árum síðan. Nú háðar hann russiska forsetan, Vladimir Putin, um hansara hugsanir um Russland sum eitt heimsveldi.

 

Í einari samrøðu við baltisku netsíðuna - Delfi - sum skrivar tíðindi úr Estlandi, Lettlandi og Litavia, ger Boris Johnson gjøldur burtur úr russiska forsetanum og hansara trúgv upp á, at Russland aftur skal gerast eitt heimsveldi.

 

Fleiri útlendskir miðlar endurgeva burtur úr samrøðuni, og millum hesar er eitt nú Sky News.

 

- Krígsførslan, sum Vladimir Putir førir ímóti Ukraina, er barbarisk, og hann eigur at skilja, at hvørki Ukraina, Estlandi, Lettlandi ella Litavia longur eru partur av russiska ríkinum. Tað er yvirstaðið! Tað finst einki russiskt heimsveldi meira, Vladimir - tín idiotur, sigur Boris Johnson.

 

Russiski forsetin hevur áður sagt, at søguliga sæð hevur Russland rætt til at verða eitt stórveldi, og tað eru tey, sum halda, at endamálið hjá russiska forsetanum við at leypa á Ukraina er aftur at gerast eitt heimsveldi.

 

Sky News veit at siga, at russiska heimsveldi var frá 1721 til russisku kollveltingina í 1917, og Sovjetsamveldið var til árini 1922 til 1991. Kaisaradømið rakk úr Alaska til Álands og fevndi eisini um eitt nú Finnland, Pólland og Baltisku londini.

 

- Tað hevur týdning, at vesturheimurin letur Vladimir Putin vita, at Russland ikki longur er eitt heimsveldi, og at henda tíðin er farin, sigur Boris Johnson í samrøðuni.