Tíðindaskriv:
Jacob tók metið, sum hevur staðið síðani 2013. Tá var Marnar Djurhuus skjótastur niðan á og rann teinin á 43.04. Í dag rann Jacob Ejby Stengaard so skjótt sum 39.38! So hann tók tað so dyggiliga! Og hann hevði ikki meira enn fingið luft, so kom Rógvi Kárason á mál við tíðini 41.12, sum eisini er væl undir gamla metinum. Triði maðurin var Torbjørn Hentze við tíðini 44.31. Sera flott runnið og hjá Rógva og Torbjørn var hetta pr hjá báðum. Jacob rann fyri fyrstu ferð og hevði ikki upplivað harðari túr. Allir tríggir eru í Bragdinum.
Á kvinnusíðuni var Maria C Nielsdóttir fyrst á mál við tíðini 58.28. Stutt aftaná kom Katrin Thorsvig á mál, 59.47 og triðja kvinnan var Karoline Ejby Stengaard við tíðini 1.00.05. Hon er kona Jacob, er við barn í sætta mánaða. Felags fyri allar var, at tær runnu Top Run fyri fyrstu ferð. Allar tríggjar eru Bragdarkvinnur.
##med2##
##med3##
Hjartaliga til lukku tit øll. So væl runnið niðan hesa einu brekkuna, sum byrjar í Kollafjarðardali og endar á Sornfelli.
Heiðursmerkini verða latin í tveimum bólkum, yngri enn 40 ár og eldri enn 40 ár. Øll úrslitini eru her:
https://my.raceresult.com/341036/live
Í dag var eisini metluttøka við 94 tilmeldingum. Tað eru vit sera glað fyri, tí hetta er ein so serstøk renning, sum ikki finst aðrastaðni. Tí hava vit eisini gjørt eitt serstakt luttakara heiðursmerki til øll, sum gjøgnumføra. Í ár fluttu vit renningina til kl 17.30, tí tunnilsrenning var í Havn.
##med4##
##med5##
Vit bjóða altíð ein góðan drekkamunn inni í tunnlinum, men bæði veðrið og góða luttøkan gjørdi, at vit settu alt upp við inngongdina. Gott er at fáa hjálp frá Bragdarkvinnum til hetta, bæði til at baka køkur og at varta upp.
Ein rennikapping gongur ikki bara fyri seg á sjálvum degnum. Tað liggur nógv fyrireiking aftan fyri fleiri dagar frammanundan. Ti eru vit takksom fyri okkara limir, sum eru góðir at heita á. Túsund takk fyri tit øll
##med6##
##med7##
Eina serstøka tøkk skal Tommy hava. Við hansara vælvild spælir alt væl av – túsund takk.
Myndir frá Jens Kristian Vang eru á okkara Facebooksíðum:
https://www.facebook.com/media/set?vanity=bragdid&set=a.1322672439867596
og her:
https://www.facebook.com/BRAGDIDTOPRUN/