Brandur er við aftur - álopið er skift út

A-landsliðið: Tað eru nakrar útskiftingar á landsliðnum til dystirnar móti Kekkia og Albania

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin til EM-undankappingardystirnar móti Kekkia og Albania, sum verða leygardagi 17. juni klokkan 19.45 og týsdagin 20. juni klokkan 19.45.

Tað eru nakrar broytingar á landsliðnum. Brandur Hendriksson er aftur á landsliðnum eftir drúgvan skaða. Eisini Jóannes Bjartalíð er við. Hann sat yvir tveir teir fyrstu dystirnar í ár. Meinhard E. Olsen hevur fingið ein skaða í knæið og spælir ikki fyribils. Í hansara stað er komin Andrass Johansen úr B36.

Í álopinum eru nakrar broytingar. Petur Knudsen, Hannes Agnarsson og Jóan Símun Edmundsson eru við fyri Pætur Petersen, Patrik Johannesen og Páll A. Klettskarð. Eisini er Sonni Ragnar Nattestad komin aftur á landsliðið. Hann avloysir Andrias Edmundsson.

Í málinum er Teitur M. Gestsson við aftur. Hann sat yvir í venjingardystunum fyrr í ár.

- Vit fingu ein smakk av styrkini hjá Kekkia, tá vit spældu móti teimum fyri ikki so langari tíð síðan. Nú vóna vit at geva teimum størri mótstøðu, sigur Håkan Ericson.

Hópurin:

Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn

Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Gilli Rólantsson Sørensen, TB

Hanus Sørensen, HB Tórshavn

Viljormur Davidsen, HB Tórshavn

Sonni Ragnar Nattestad, B36

Odmar Færø, KÍ Klaksvík

Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Rógvi Baldvinsson, Bryne IF (Noreg)

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík

Jóannes Bjartalíð, Frederikstad FK (Noreg)

Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík

Andrass Johansen, B36

Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)

René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík

Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)

Brandur Hendriksson, Frederikstad FK (Noreg)

Petur Knudsen, Lyngby (Danmark)

Hannes Agnarsson, B36

Jóan Símun Edmundsson, S.K. Beveren 8Belgia)

Leikskráin:

24. mars Moldova – Føroyar 1-1

27. mars Norðurmakedónia – Føroyar 1-0 (venjingard.)

17. juni Føroyar – Kekkia

20. juni Føroyar – Albania

7. sept. Pólland – Føroyar

10. sept. Føroyar – Moldova

12. okt. Føroyar – Pólland

15. okt. Kekkia – Føroyar

16. nov. Noreg – Føroyar (venjingard.)

20. nov. Albania – Føroyar