Bygd við 45 íbúgvum eigur tríggjar landsliðsleikarar

- Tað munnu ikki vera nógvar bygdir við einans 45 íbúgvum, sum varða av trimum landsliðsleikarum, siga tey í Kvívíkar kommunu í dag

 

Myndina eigur Hondbóltssamband Føroya

Tá U21 hondbóltlandsliðið fór av landinum í vikuni, vóru ikki færri enn tríggir válamenn við á ferðini.

 

Soleiðis siga tey í Kvívíkar kommunu í dag. 

 

Válur er partur av Kvívíkar kommunu, og hóast her bara búgva 45 fólk, eigur bygdin - so lítil, sum hon er - tríggjar landsliðsleikarar.

 

- Tað munnu ikki vera nógvar bygdir við einans 45 íbúgvum, sum varða av trimum landsliðsleikarum.

 

Lagt verður aftrat, at leikararnir á U21-hondbóltslandsliðnum, sum eru av Válinum, eru Eyðbjørn Heini Danielsen, Óla Jákup Gaard Olsen og Aleksandar Lacok.

 

- Tað verður stuttligt at fylgja teimum á ferðini, og Kvívíkar kommuna ynskir teimum allar bestu eydnu, er heilsanin úr kommununi.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at føroyska U21-landsliðið spælir í bólki F, sum verður leiktur í Póllandi.

 

Beint í hesi løtu spælir føroyska liðið móti íslendska U21-landsliðnum, og Føroyar hava eina lítla leiðslu, 32-30.

 

Dagføring:

 

Vit kunnu leggja aftrat, at hondbóltsdysturin millum Føroyar og Ísland í dag endaði við javnleiki, 35-35.

 

 

Myndina eigur Hondbóltssamband Føroya