Bratislava: Hetta hevur KÍ uppiborið

Kevin Wimmer heldur at KÍ er eitt væl skipað lið, sum hevur uppiborið at koma í bólkaspælið

Mynd: (Skíggjamynd/Slovan Bratislava/Youtube) Kevin Wimmer

Slovan Bratislava hevur havt tíðindafund undan UEFA Cinference League dystinum móti KÍ, sum verður í annaðkvøld.  Á tíðindafundinum var eysturríski verjuspælarin Kevin Wimmer, sum spældi við Tottenham frá 2015 til 2017. 30 ára gamli miðverjin heldur fyri, at KÍ hevur uppiborið sítt pláss í bólkaspælinum.

 

- Tað er flott sum KÍ hevur avrikað higartil og farnu kappingarárini. Tað er ikki størsta felagið, men teir eru væl fyri sálarliga og eru væl skipaðir. KÍ hevur uppiborið at verða í bólkaspælinum og verður eitt torført lið at spæla móti hjá øllum, sigur Kevin Wimmer.

 

- Vit eru á heimavølli og vilja vinna fyrsta dystin, men tað verður ikki nakrar lættur dystur. Vit skulu spæla upp til okkara besta og kempa, so vóni eg at tað verður nokk til at vinna dystin, sigur Kevin Wimmer víðari.

 

Tað verður mett at verða fleiri enn 10 túsund áskoðarar til dystin í annaðkvøld. Tað hevur ikki bara gingið væl hjá Slovan Bratislava og tað hevur til tíðir merkt stemningin á leikvøllinum.

 

- Áskoðararnir hava stóran týdning og kunnu hjálpa okkum. Tað hava ikki bara verið góðar løtur í ár, so tað verður okkara uppgáva at spæla væl, so teir stuðla okkum. Vit ynskja so nógvar fjepparar sum gjørligt og vóna at geva teimum nakað aftur, sigur Kevin Wimmer.

 

Hann bleiv eisini spurdur um týdningin av at spæla í Evropa.

 

- Tað er nakað serligt at spæla í Evropa. Sjálvt um vit eru endaðir í Conference League, so sært tú stórt nøvn í kappingini. Nú vóni eg bara, at vit kunnu fáa eina góða byrjan og vinna, sigur miðverjin úr Eysturríki.

 

Hann leggur afturat, at tað kann verða torførar at spæla móti liðnum, sum eru lægri á strykilistanum, tí trýstið at vinna verður størri. Hann nevnir fleiri ferðir, at KÍ er eitt væl skipað lið, sum óiva kemur at kempa fyri síni søk.

 

Dysturin millum Slovan Bratislava og KÍ verður í annaðkvøld klokkan 20.

 

Mynd: (Skíggjamynd/Slovan Bratislava/Youtube) Kevin Wimmer