Tað sigur stjórnin í tíðindaskrivi.
Í dag, eins og í Føroyum, skalt tú vera 18 ár fyri at velja á tjóðartingsvali í Bretlandi.
Men um bretska Labour-stjórnin fær sín vilja, skulu 16- og 17-ára gomul kunna velja longu til næsta tjóðartingsval. Valið skal vera í seinasta lagi í 2029.
Á seinasta tjóðartingsvalinum í 2024 vann javnaðarflokkurin, Labour, 411 sessir í Undirhúsinum, sum tilsamans hevur 650 limir. Stjórnin hevur tí ein breiðan meiriluta aftanfyri seg.
/Ritzau/