Vit hava ikki tíð at skeldast

Bea Beltran Palomer hevur starvast hjá Faroe Origin í 13 ár. Hon er upprunaliga úr Filipsoyggjum og útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Áðrenn hon kom til Føroya, starvaðist hon á skurðstovu í Filipsoyggjum. Hon heldur, at skundmikla arbeiðið á virkinum í Saltangará líkist arbeiðinum á sjúkrahúsinum

Bea Beltran Palomer byrjaði at arbeiða á Faroe Origin í 2012, sum tá kallaðist Lynfrost.

 

Áðrenn hetta búði og arbeiddi hon á Fiskavirkinum í Oyndafirði. Hon hevði ikki koyrikort tá, og tí mátti hon arbeiða í Oyndafirði.

 

Tá hon byrjaði á Faroe Origin í Saltangará, hevði hon júst lært at koyra bil og koyrdi í øllum veðri, eisini um náttina, eftir Oyndarfjarðarvegnum.

 

– Eg mátti vera djørv, tá eg koyrdi heim, serliga um veturin, tí vindurin er ofta hvassur, og eg hevði akkurát lært at koyra tá, so tað var ikki lætt.

 

Tá var nógvur fiskur á virkinum, sum hópaðist upp í vikuni, og ofta arbeiddu tey til miðnátt fríggjadag fyri at fáa arbeiðið liðugt.

 

Í dag býr Bea Beltran Palomer á Oyrarbakka, og tí er lættari at koyra til arbeiðis. Hon arbeiðir í bandfrystaranum, har verður fiskurin flokkaður eftir vekt, áðrenn hann fer í frystaran.

 

##med2##

 

– Vit kenna vektina, vit merkja tað, tá vit taka í fiskin, og hyggja at honum. Fólk spyrja, hvussu eg veit, hvat fiskurin vigar, og tað geri eg, tí at eg havi arbeitt her í 13 ár.

 

Í bandfrystaranum arbeiðir hon saman við øðrum úr Filipsoyggjunum.

 

– Tey flestu úr Filipsoyggjunum eru líka long, tað passar okkum væl at arbeiða her, tí tað verður tungt fyri ryggin um tú ert ov langur.

 

Í bandfrystaranum arbeiða tey sum ein bólkur, tey eru fýra fólk, sum hjálpa hvørjum øðrum, og tá verður arbeiðið lættari fyri øll. Øðrvísi er eitt nú hjá teimum sum skera, tey eru ikki tongd at hvørjum øðrum, men stýra arbeiðinum sjálvi.

 

Hon heldur, at starvsfólkini eiga at duga alt á virkinum, tí tá skilir tú arbeiðið best.

 

Tá nýggj starvsfólk byrja, læra tey fyrst at skera, síðani at pakka, kuta og at arbeiða í bandfrystarinum. Í maskinunum og frystaranum, eru tað oftast menn sum arbeiða. Tá fiskurin kemur úr bandfrystaranum verður arbeitt við endavøruni, og har arbeiða bæði kvinnur og menn.

 

##med3##

 

Álitisfólk við ábyrgd av útlendsku starvsfólkunum

 

Bea Beltran Palomer er álitisfólk á virkinum. Hon tekur sær serliga av teimum útlendsku starvsfólkunum.

 

Fleiri fólk úr Filipsoyggjunum arbeiða hjá Faroe Origon, og onkuntíð hava tey tørv á at okkurt verður týtt, eitt nú mannagongdirnar á virkinum.

 

– Flestu av okkum út Filipsoyggjunum tosa og skilja enskt, men fólk koma úr ymiskum økjum í landinum, tí duga summi betur enskt enn onnur.

 

Eru ósemjur ella trupulleikar, lurtar og tosar hon við starvsfólkini og leiðaran, soleiðis at støðan verður loyst. Tað kemur kortini sjáldan fyri at tvídráttir eru.

 

– Vanliga er tað harmoniskt á virkinum, her eru eingi skeldarí ella nakað, og tað hava vit heldur ikki stundir til, tí vit hava bara tveir steðgir, tað mesta av tíðini eta vit, og fara aftur til arbeiðis.

 

##med4##

 

Steðgirnir á Faroe Origin eru skipaðir soleiðis, at farið verður í pausu tvær ferðir í 20 minuttir, fyrrapart og á døgurða. Helvtin av fólkinum fer í steðg í senn, og tey skiftast hvørja viku at fara í fyrru og seinnu pausu.

 

– Tað er øðrvísi í kutaranum, har gera vit tað so, at ert tú fyrst í pausu í dag, so fert tú seinnu ferð í morgin. Vit hava greiðar avtalur, so tað er einki skeldarí um hvør fer fyrst og síðst, og  tað kann eisini gera tað sama.

 

Arbeiðið á Faroe Origin hevur verið støðugt í langa tí, tað kemur næstan ikki fyri at virkið stongir tí eingin fiskur er. Tá Bea Beltran Palomer byrjaði hjá Faroe Origin varð ofta arbeitt til seint á kvøldið, nú er framleiðslan øðrvísi, og tí arbeiða tey sjáldan longur enn klokkan 18.

 

Ofta er nógv at gera, og tað dámar Bea Beltran Palomer væl. Hon hevur drúgvar royndir á virkinum, og tí ræðist hon ikki tá stórar mongdir skulu hagreiðast.

 

– Onkuntíð følir tú at tað blívur ov nógv, og tú kanst gerast stúrin, tá vit hava nógvan fisk. Men nú eri eg blivin von við arbeiðið, og hugsi at tað er í lagið um vit koyra tað í eskjur sum vit ikki megna beinanveg. Vit mangla fólk, tí noyðast vit at skipa arbeiðið og tíðina á ein skilagóðan hátt.

 

##med5##

 

Bea Beltran Palomer plagdi at arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingur í Filipsoyggjunum. Skal hon arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingur í Føroyum, krevst nakað av skúlagongd. Bea Beltran Palomer væntar at hon fer at starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur aftur, tá børnini vera størri. Hon heldur at arbeiðið á fiskavirkinum er ikki heilt ólíkt arbeiðinum á eini skurðstovu.

 

– Eg arbeiddi á ellisheimi í eina viku, men eg vildi aftur til fiskin. Eg saknaði høgu ferðina, um tú steðgar á gongur tíðin seint, men um tú hevur nógv at gera, gongur tíðin skjótt, og brádliga er klokkan er 16. Eg plagdi at arbeiða á skurðstovuni á einum sjúkrahúsi, og har høvdu vit eisini nógv at gera.

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##