Bridge: Bronsa til Føroyar

Tað rakk til eitt bronsuheiðursmerki í Small Federation Games 2022

Tað rakk til eitt bronsuheiðursmerki í Small Federation Games 2022, sum hevur verið á Kýpros í vikuni, skrivar Føroya Bridgesamband.

 

- Eftir eina slaka byrjan í teimum báðum dystunum í morgum, har okkara menn taptu 14-6 móti Kýpros, sum áðrenn hendan dystin lá á einum 11. plássi, og spældu javnt móti Litava, sum lá á 7. plássi, vóru vónirnar ikki nakað serligar áðrenn tríggjar teir seinastu dystirnar, skrivar Føroya Bridgesamband og heldur framt:

 

- Tann fyrsti var ein yvirsitari, har okkara menn fingu 12 kp. Tað sá einki serligt út áðrenn teir síðstu tveir dystirnar. Men okkara menn gjørdu ikki mætari enn at skora 32 kp teir báðar síðstu dystirnar og rakk hetta til eitt triðja pláss, skrivar Føroya Bridgesamband.

 

Føroysku spælararnir eru Magni Jøkladal, Heðin Mouritsen, Arne Mikkelsen, Bogi Simonsen, Danjal Pauli Mohr og Árni M. Dam

 

Stigatalvan:

 

1SERBIA176.27
2ESTONIA174.88
3FAROE ISLANDS172.10
4LITHUANIA168.69
5CROATIA164.44
6LATVIA164.27
7ROMANIA162.53
8SLOVAKIA160.01
9CYPRUS159.61
10HUNGARY156.21
11UKRAINE154.04
12CZECH REPUBLIC153.54
13SLOVENIA132.95
14SAN MARINO109.55
15MALTA71.75