Brimheim á Roskilde í kvøld: – Gloymi ongantíð konsertina í fjør

Í dag skal føroyska sangarinnan á pallin saman við danska sangaranum Asbjørn á Roskilde Festivalinum.

Brimheim á Roskilde í fjør (Mynd: Erling Brodersen / Ritzau Scanpix)

Fyri einum ári síðan spældi Brimheim á Roskilde fyri 5.000 fólkum á Avalon-pallinum.

 

Í dag verður hon aftur á Roskilde Festivalinum – tó upp á ein annan máta. Hon skal á pallin saman við sangaranum Asbjørn.

 

– Eg havi verið fjeppari av honum leingi og eri sera takksom fyri at deila pallinum við honum til hansara fyri Roskilde-konsert, skrivar Brimheim, sum hevur borgarliga navnið Helena Heinesen Rebensdorff, á Instagram.

 

Í hesum sambandi nevnir hon, at tað hevði øgiliga nógv at siga fyri hana at vera á Roskilde Festivalinum í fjør.

 

– Sum ein føroysk/donsk sangarinna er tað ringt at lýsa, hvussu ótrúliga stóra ávirkan tað hevur at spæla á hesum festivalinum. Eg lærdi sera nógv um meg sjálva. 

 

– Takk til øll, sum vóru til konsertina. Eg hoyrdi tykkum syngja og gráta, og eg fari at minnast hatta kvøldið altíð, skrivar Brimheim.

 

Brimheim á Roskilde í fjør (Mynd: Erling Brodersen / Ritzau Scanpix)