Nato-londini dubba seg

Nato-londini brúka alt meira pengar til at styrkja seg hernaðarliga

23 av teimum 32 Nato-londonum lúka nú treytirnar hjá verjusamgonguni um at brúka tvey prosent av teirra bruttotjóðarúrtøku (BTÚ) til verjuna. Í februar uppfyltu 18 Nato-lond hesar treytir. Eitt av londunum, sum hevur økt um verjuútreiðslurnar, er Danmark.

 

Í hesum døgum eru Nato toppfundur í Washington, har tað eisini verður hátíðarhildið, at Nato nú er 75 ár.

 

USA hevur áður funnist at europeiskum londum fyri ikki at brúka nógv nógvar pengar til verjuna, men síðani Russland leyp á Ukraina, eru europeisk lond farin at brúka munandi meira pengar til hernaðarmál.

 

– Vit kunnu staðfesta, at Europa átekur sær størri part av byrðini. Bara í ár eru verjuútreiðslurnar hjá Europa og Kanada øktar við 18 prosentum, sigur Lone Dencker Wisborg, danskur Nato-ambassadørur, sambært Ritzau.

 

Póland er tað landið í Europa, sum brúkar mest pengar til hernaðarmál, tey brúka 4,32 av BTÚ. Spania brúkar minst, tey brúka 1,28 prosent.

 

Christine Niessen, sum er leiðandi greinari hjá Tænketanken Europa ivast í, um tvey prosent av BTÚ verða nóg mikið at brúka til verjuna frameftir.

 

– Í fleiri londum gongur tað ikki væl búskaparliga, og tí er trupult at sannføra fólk um, at so nógvir pengar skulu brúkast til hernaðarmál, samstundis sum fólk hava trupult við at gjalda rokningarnar, sigur hon við Ritzau.