Ein dystur var í kvøld leiktur í Burn mansdeildini.
Í høllini í Kollafirði eydnaðist tað VÍF at vinna 27-22 á KÍF. Í steðginum var VÍF á odda 13-11. Tá 38 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 15-15. Fýra minuttir seinni var VÍF á odda 19-15. Tá 12 minuttir vóru eftir av dystinum minkaði KÍF til støðuna 19-20. Løtu seinni hevði VÍF økt til 23-19, og eftir tað sleptu vestmenningar ikki takið á dystinum.
Mikkel Vinther og Fríði Weyhe vóru toppskjúttar hjá KÍF við seks málum hvør. Tróndur Johnson var toppskjútti hjá VÍF við sjey málum.
Í morgin klokkan 16 vera tveir dystir á skránni í Burn mansdeildini. Í Hoyvíkshøllini tekur H71 móti StÍF, og í høllini á Hálsi tekur Kyndil móti Team Klaksvík.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 4 | 120 | 94 | 26 | 6 |
Kyndil | 4 | 105 | 99 | 6 | 6 |
Neistin | 4 | 97 | 94 | 3 | 5 |
StÍF | 3 | 91 | 84 | 7 | 4 |
H71 | 3 | 84 | 82 | 2 | 4 |
KÍF | 4 | 93 | 102 | -9 | 1 |
Team Klaksvík | 4 | 95 | 130 | -35 | 0 |