Byggið næmingaheim fyri at fáa fleiri lesandi

Boðskapurin frá fyrrverandi skúlastjóra er greiður, um vit vilja hava útbúgvingarstovna í útjaðaranum

– Byggið eitt næmingaheim til Heilsuskúlan í Suðuroy, um fólk skulu tíma at søkja, og um skúlin skal hava framtíð har!

Tað er einfaldi boðskapurin frá Jákupi Andreasen, fyrrverandi skúlastjóra á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna – nú Miðnám í Vestmanna.

Kjak hevur staðist av, at so lítil áhuga var í ár at søkja upptøku á Heilsuskúlanum í Suðuroy. Eisini hevur t. d. Tórshavnar kommuna nevnt møguleikan at útbúgva heilsuhjálparar norðanfjørðs.

– Tað er púra “hol í høvdið” at hava staðsett ein heilsuskúla í Suðuroy, sum skal taka ímóti næmingum úr øllum landinum, við ongum næmingaheimi, skrivar hann í eini viðmerking á Facebook.

– Tað sama ger seg galdandi fyri Miðnám í Vestmanna, sigur hann.

– Hetta veit eg av royndum, tí eg stríddist við at fáa skúlan at koyra í útivið 31 ár.

– Skúlar við ongum ella avmarkaðum sambandi við umheimin - við ongum næmingaheimi - hava ikki framtíð fyri sær! Tað ger tað eisini óneyðuga slítandi fyri leiðslurnar á skúlunum, sigur Jákup Andresen.