Birgir Carlsson og Jona á Borg framman fyri handilin

Kissa 60 ár í miðbýnum  

Leygardagin 14. september eru 60 ár liðin síðan Jens Christian Christiansen  (Kissa) byrjaði at handla við mannfólkaklæðum í miðbýnum í Havn. Hetta verður hátíðarhildið við stórari útsølu leygardagin

Birgir Carlsson og Jona á Borg framman fyri handilin

Í meira enn hálva øld hevur klædnahandilin “hjá Kissa” verið partur av býarmyndini í høvuðsstaðnum. Handilin hevur hildið til á sama stað øll árini.

 

Tað var Jens Christian Christiansen, vanliga nevndur Kissa, sum stovnaði handilin í 1964, eftir at hann hevði arbeitt í handlinum hjá Hans Joensen í Niels Finsensgøtu í meira enn 30 ár.

 

Í fyrstu lýsingunum hjá Kissa sæst, at klædningar til menn kostaðu frá 316  til 530 krónur. Hetta  ljóðar kanska bíligt, men í mun til tímalønina hava klæðir verið lutfalsliga dýr tá í tíðini.

 

##med2##

Kissa varð føddur í Havn 27. juni 1916. Hann var næstelstur av 6 systkinum. Hann fór fyrst í urmakaralæru hjá Eliesar Arge, urmakara, men úrtøkan var ikki nóg góð fyri eitt húski, sum hevði mist forsyrgjaran. Pápin var deyður stutt frammanundan. Tí gavst hann við læruni og fór at starvast í handlinum hjá Hans Joensen. Har var hann frá umleið 1930 til hann byrjaði sum sjálvstøðugur klædnahandilsmaður. Hesi árini tók hann ymisk handilsskúlaprógv á kvøldskúla.

##med3##

Kissa var serliga kendur sum sílaveiðumaður, og hann var ein av undangongumonnunum í Føroya Sílaveiðufelag. Tær flestu fríløturnar á yngri árum brúkti hann við tráðuni. Eitt annað av frítíðarítrivum hansara, var frímerkjasavningin, og har var hann mettur at vera ein rættiligur kapasitetur.

Saman við svágrinum Peturi Háberg stovnaði Kissa "Norrøna Forlagið". Teir góvu út bøkur og annað tilfar á føroyskum. Eftir nøkur ár gevast teir við forlagnum og við endan av fýratiárunum fóru teir at innflyta bilar úr Onglandi og stovnaðu Bilasølan Norrøna.  

Kissa var eisini ein av stovnarunum av Barnahjálpargrunninum saman við Peturi Háberg, Ludvík Breckmann og øðrum. Grunnurin varð stovnaður undir krígnum, og hevði sum endamál at hjálpa neyðstøddum børnum.

 

Kissa andaðist 14. desember 1996, 80 ára gamal. Síðan tók dótturin Elin Guttesen yvir til sonur hennara Birgir Carlsson, sum er fyrrverandi bankamaður, tók yvir. Í dag eigur og rekur Birgir Carlsson handilin.

 

Leygardagin 14. september verður handilin opin frá kl. 10 á morgni til kl. 22 á kvøldi, har allar vørur verða seldar við 60 prosentum í avslátti. Kaffi og okkurt gott verður eisini at fáa henda dagin.

 

##med4##

##med5##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Birgir Carlsson og Jona á Borg framman fyri handilin