FC Barcelona, Inter Milan, Bayern München og Paris Saint Germain hava vunnið seg víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League.
FC Barcelona, Inter Milan, Bayern München vunnu greiðar samanlagdar sigrar, meðan Paris Saint Germain mátti ígjøgnum longda leiktíð og brotssparkskapping móti Liverpool á Anfield.
Úrslitini og málskjúttar:
Barcelona-Benfica 3-1 (3-1) - Barcelona vann samanlagt 4-1.
1-0 Raphinha ('11 )
1-1 Nicolas Otamendi ('13 )
2-1 Lamine Yamal ('27 )
3-1 Raphinha ('42 )
Bayer Leverkusen-Bayern München 0-2 (0-0) - Bayern vann samanlagt 5-0.
0-1 Harry Kane ('52 )
0-2 Alphonso Davies ('71 )
Inter Milan-Feyenoord 2-1 (1-1) - Inter vann samanlagt 4-1.
1-0 Marcus Thuram ('8 )
1-1 Jakub Moder, br. ('42 )
2-1 Hakan Calhanoglu, br- ('51 )
Liverpool-Paris Saint Germain 0-1 (0-1) - samanlagt 1-1.
0-1 Ousmane Dembele ('12 )
PSG vann brotssparkskappingina 4-1. PSG skoraði upp á fýra av fýra møguligum brotsspørkum. Bara Mohammed Salah skoraði fyri Liverpool. Italski EM-vinnarin, Gianluigi Donnarumma bjargaði brotsspørkunum hjá Darwin Nunez og Curtis Jones.
Bayern München og Inter Milan møtast í fjórðingsfinalunum 8. apríl og 15. apríl.