Tað er Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum hevur lagt uppskot fyri tingið um at broyta skatting av húsaleigu til langtíðarleigu.
Við uppskotinum verður býtið av bruttoskattinum frá húsaleigu broytt soleiðis, at allur skatturin frá húsaleigu fer til atvinnukommununa, t.v.s. kommununa, har húsið er staðsett. Uppskotið er sambært samgonguskjalinum og eftir ynski frá Kommunufelag Føroya, stendur í viðmerkingunum til uppskotið hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.
Sambært galdandi reglum verður skatturin frá húsaleigu býttur við 55% til land og 45% til atvinnukommununa.
– Endamálið við uppskotinum er at lata atvinnukommununi allan skattin frá útleigan og at gera tað lættari hjá fólki at gera inntøkuna upp skattliga, skrivar landsstýriskvinnan í viðmerkingunum.
Samstundis verður upphæddin, sum kann dragast frá í skatti, lækkað úr 100.000 niður í 50.000 krónur. Men tann parturin av lógini kemur ikki í gildi fyrr enn 1. januar í 2030.
Sambært galdandi lóg, so skuldi hendan ásetingin fara úr gildi 31. desember í ár, altso í 2025.
Fíggjarmálaráðið hevur soleiðis sett eina sólseturáseting í uppskotið, sum er longd við fýra árum.