Champions League: THW Kiel skoraði sigursmálið beint undan dystarloki

Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu vann tepran eittmálssigur á norska liðnum, Kolstad á heimavølli

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel tóku í kvøld ímóti norska liðnum, Kolstad í Champions League.

 

19. oktober vann Kolstad 34-30 á Kiel á heimavølli í Tróndheimi, men í kvøld var tað Kiel sum var omaná.

 

Men tað var ikki meir enn akkurát. Rune Dahmke skoraði sítt einasta mál, ið gjørdist sigursmálið til 26-25 beint undan dystarloki.

 

Tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum var Kolstad á odda 25-24, men tað eydnaðist Kiel at koppa dystin teirra veg.

 

Kiel er fremst í bólki A við 15 stigum. Aalborg og Kielce hava 12 stig hvør.

 

Elias skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir.

 

Longu komandi leygarkvøld klokkan 19.30 spælir Kiel útidyst móti Erlangen í týsku bundesliguni.

 

Komandi dystur í Champions League hjá Kiel verður leiktur 14. februar. Tá spælir Kiel móti Kielce á útivølli.