Closed for Maintenance í Vági

Síðstu dagarnar hava føroyingar og útlendingar gjørt sjálvboðið arbeiðið í Vági. Hesi fólk hava verið partur av Closed for Maintenance átakinum, sum Visit Faroe Islands og kunningarstovurnar fyriskipað, skrivar Suðurrás.

 

Ónskvøldið komu 10 sjálvboðin til Vágs. Talan var um føroyingar og útlendingar – í alt 6 tjóðskapir (Føroyar, Danmark, Polland, Canada, USA og Svørríki). Hesi sjálvbodnu vóru partur av Closed for Maintenance verkætlanini, sum var í Vági. Í verkætlanini var høvuðsuppgávan at leggja eina rás niðan á Gjógvaráfjall og at gera sitipláss á Moyggjartúgvu við útsýnið eystur yvir Vágsbygd og vestur í hav.

 

Byrjað var tórsmorgunin at arbeiða og arbeiðið helt fram fríggjadagin. Arbeiðið gekk sera gott – lagið var gott og arbeiðsmoralurin var høgur. Tá høvuðsuppgávan var liðug, fóru tey sjálvbodnu at sláa varðasteyðrarnar aftur niður, ið blivu settir niður í fjør. Hesir vóru koppaðir í nógva kavanum í vetur. Eisini málaðu tey rammur á skeltum, ruddaðu framvið sandinum og gjørdu eina gangibrúgv yvir eitt illa slitið stykkið á rásini vesturi á Eiðinum.

 

Umframt at arbeiða, so hava tey sjálvbodnu uppliva eitt sindur av tí, sum Vágur hevur at bjóða. Tey dansaðu føroyskan dans, royndu øl úr Vági, vitjaðu gamlar bygningar, sóu sólsetur á Vágseiðinum og náttúruna kring Vág. Tey knýttu vinarbond sínamillum og til Vágsbygd, skrivar sudurras.fo.

 

Fleiri myndir her: https://vagur.fo/tidindi/2364/closed-for-maintenance-i-vagi