Dart: Føroyar luttaka í World Masters

Fýra føroyskir dart spælarar luttaka í World Masters kappingini saman við túsund øðrum spælarum

Týsdagin fóru fýra av okkara fremstu dartspælarum til Assen í Hollandi, har stóra kappingin World Masters verður. Frá í dag til mánadagin verður kappast hvønn dag.

 

Millum annað er atgongd til heimsmeistaraheitið fyri einstaklingar upp á spæl. Kappingin World Masters er størsta kapping av sínum slag, og væntandi verða yvir túsund dartspælarar úr øllum heiminum við.

 

Føroya hava fingið fýra pláss til World Masters kappingina. Teir fýra, ið umboða Føroyar, eru Jan Erik Fjallstein, Jan McIntosh, Niels Thomsen og Uni Árting. Við á ferðini er eisini Annfinn Allansson Hjaltalin, sum er ferðaleiðari og umboð fyri Dartsamband Føroya. Til ber at fylgja kappingini inni á heimasíðuni dartconnect.tv, og koma eisini úrslit út leypandi á facebook vanganum hjá Dartsambandi Føroya