Davíð Guðnason byrjaður sum kommunulækni

Borgarstjórin Kristin Michelsen vitjaði í kommunulæknaviðtaluni í dag, fyri at heilsa uppá og ynskja Davíð Guðnason vælkomnan, nú hann byrjaði í føstum starvi sum kommunulækni í viðtaluni á Tvøroyri mánadagin 13. mars

Davið Guðnason, Petra Muller, Rósa Thomsen og Kristin Michelsen

Hetta skrivarði Tvøroyrar kommuna á síni heimasíðu í gjár.

 

Kommunulæknaviðtalan á Tvøroyri, ið hevur tvey viðtalu hølir og er normera til 2 læknastørv, er nú manna við Davíð Guðnason, ið er settur í fast starv sum kommunulækni, meðan tað regluliga koma skiftandi avloysarar at røkja eina viðtalu.   

 

Í viðtaluni, sum Davíð Guðnason røkir, starvast nú umframt Davíð Guðnason sum lækni, eisini Petra Müller sum læknaskrivari og Rósa Thomsen sum sjúkrarøktarfrøðingur. 

 

Tvøroyrar kommuna ynskir Davíð Guðnason og øllum starvsfólkunum á læknamiðstøðini bestu ynskir og blíðan byr, skrivar tvk.fo.

 

Davið Guðnason, Petra Muller, Rósa Thomsen og Kristin Michelsen