Á stóra og rúmliga bilverkstaðnum DekkService á Rituvíkarhálsi er nógv at gera, og her merkja tey væl, at tíðin til dekkskift er komin. Jan Danielsen, stjóri og eigari av bilverkstaðnum, sum húsast í leigaðum hølum, sigur, at tey hava nógv fleiri dekk á goymslu nú enn nakrantíð áður.
- Vit hava nú fleiri enn 1000 dekk á goymslu, og kapasiteturin til dekkskift er stórur, sigur hann og vísir á, at á gamla verkstaðnum í Saltangará vóru tvær dekkmaskinur, harav onnur maskinan var gomul. Nú eru tríggjar nýggjar dekkmaskinur og tríggjar nýggjar avbalasetingsmaskinur.
Stjórin vísir á, at á gamla verkstaðnum vóru tvær lyftir, men nú eru átta, harav tvær tær størstu lyfta ávikavist 5,5 og 5 tons.
Virksemið nógv vaksið
Tað var tíðliga í hesum árinum, at DekkService flutti sítt virksemi úr Saltangará og yvir á Rituvíkarháls, og við góðu umstøðunum her er virksemið nógv vaksið.
- Vit byrjaðu her yviri við seks lyftum, men tað var skjótt, at vit fingu tvær lyftir aftrat. At kapasiteturin er so stórur, og vakstrarpotentialið er hareftir, hava vit longu notið gott av.
Á DekkService eru tilsamans átta fólk til arbeiðis, og her er rættiliga nógv at gera, og hetta er júst tað, tey ynskja. Jan Danielsen sigur, at málið hjá DekkService er at veita eina góða og kappingarføra tænastu, og stórur dentur verður lagdur á at halda tað, sum verður lovað.
- Tað er okkara mál er, at viðskiftafólkini, sum einaferð hava verið her við bilinum, eisini skulu velja okkum, tá aftur er brúk fyri verkstaðnum. Vit síggja javnan kend andlit inni á gólvinum, sum eru bileigarar, ið vitja aftur at keypa ymiskar tænastur.
Men, serliga síðan DekkService fekk hesar fantastisku umstøður, hava tey sæð nógv nýggj viðskiftafólk, sum stjórin sjálvsagt fegnast um.
Sera góðar umstøður
Á verkstaðnum á Rituvíkarhálsi hevur DekkService bestu umstøður.
- Við tað, at tað er so rúmligt, og vit hava fleiri lyftir, kann ein bilur ofta vera standandi á lyftini, til eykaluturin, sum vit skulu brúka, er komin í hús.
Góðu umstøðurnar gera tað eisini møguligt bæði at taka bilar inn eftir avtalu, samstundis sum pláss er fyri bilum, sum koma akutt. DekkService hevur eisini ein vogn, sum ger, at tey kunnu fara út at heinta bilar, sum ikki kunnu koyra til verkstaðin.
Jan Danielsen vísir á, at vognurin, sum er stívliga seks metrar langur, hevur spæl, og her kunnu bilar takast upp á, sum viga upp í 2500 kilo.
Akuttu trupulleikarnir kunnu hava ymiskar orsøkir.
- Hetta kann vera ein bilur, sum er punkteraður, ein bilur sum ikki startar, bremsur ella upphang eru farin ella okkurt heilt annað.
DekkService hevur soleiðis verið víða um landið og heinta bilar, og tað er eisini hent fleiri ferðir, at slíkar uppgávur hava verið inni í tunlunum.
- Umframt at vit kunnu fara út og heinta bilar, hava vit eisini ein tænastubil við øllum vanligum amboðum. Bilurin verður oftast brúktur til bráðfeingis uppgávur, sum kunnu loysast á staðum, har bilurin er.
Jan Danielsen letur væl at gongdini, síðan DekkService flutti sítt virksemi úr Saltangará og yvir á Rituvíkarháls, og virksemið er nógv vaksið í hesum árinum.
- Umstøðurnar her kunnu slett ikki samanberast við tær, vit høvdu í Saltangará. Verkstaðurin í Saltangará var 88 fermetrar, og við øllum høvdu vit 130 fermetrar. Nú er sjálvur verkstaðurin 550 fermetrar, og við øllum er samlaða víddin 900 fermetrar, tá goymsla, skrivstova, kantina og annað er íroknað.
##med2##
Alt tað mekaniska
Á Rituvíkarhálsi hevur Jan Danielsen tryggjað sær leigumál við forkeypsrætti, um tað verður aktuelt.
- Vit taka okkum av at kalla øllum vanligum mekaniskum umvælingum og viðlíkahaldi á bilar – øllum frá olju-og dekkskifti til bremsuskift og skiftan av eitt nú bilrútum og koplingum.
Stjórin sigur, at verkstaðurin eisini tekur sær av øllum vanligum mekaniskum uppgávum og viðlíkahaldi av el-bilum, men einki verður gjørt við tann elsktriska partin.
Verkstaðurin er góðkendur at gera umsýn fyri Akstovuna, og DekkService er eisini góðkent sum lærupláss, bæði fyri lærlingar innan bilsmíð og skrivstovuútbúgving.
DekkService hevur eisini leigubilar, sum verða leigaðir út til bæði føroyingar og útlendingar.
- Tá kundi, sum hevur bil á verkstaðnum her hjá okkum, ikki kann vera bilin fyriuttan, fær hann ein leigubil frá okkum fyri sera sámuligan kostnað, sigur Jan Danielsen.
Hava eisini dekkhotell
Nú viðskiftafólk eru byrjað at skifta summardekkini út við vetrardekk, og DekkService hevur fleiri enn 1000 dekk á goymslu, kann nevnast, at bilverkstaðurin eisini hevur dekkhotell.
- Við okkara kapasiteti kunnu vit skifta eina rúgvu av dekkum í ein dag, og her hava vit eisini dekkhotell, har pláss er fyri dekkum til fleiri hundrað bilar.
Jan Danielsen vísir á, at dekk fylla nógv, og tað eru ikki øll, sum hava so góðar umstøður at goyma dekkini. Tískil enda dekkini ofta uttandura, sum ikki er besta loysnin.
- Øll, sum vilja vita meira um okkara tænastur, eru vælkomin at venda sær til okkara á tlf. 445900, og haðani er eisini beinleiðis umstilling til mína fartelefon, sigur stjórin og eigarin av DekkService.
##med3##
##med4##