Omar Al-Qattaa/AFP/Ritzau Scanpix

Ísraelskar deildir dripið 23 fólk í Gaza í dag

23 fólk vórðu dripin av ísraelskum herdeildum í Gaza í dag, tá tey royndu at savna mat.

Omar Al-Qattaa/AFP/Ritzau Scanpix

Tíðindastovan AP skrivar hetta út frá upplýsingum frá sjúkrahúsum og vitnum.

 

Sjúkrahúsið Nasser í suðurpartinum av Gaza sigur, at tað hevur fingið fleiri lík frá leiðum, sum føra til støð, har hjálpin verður býtt út.

Talan er um átta lík úr Teina-økinum, ið sambært AP er umleið tríggjar kilometrar frá einum útveitingarstaði í Khan Younis.

 

 

Omar Al-Qattaa/AFP/Ritzau Scanpix