Denne reform gælder ikke for Færøerne

Sambandsflokkurin hevur í fleiri ár lovað, at løgreglan skuldi uppraðfestast, men í Andglettinum í morgun kom undan kavi, at alt reypið hjá flokkinum um nærpoliti og bøttar umstøður hjá løgregluni í Føroyum hevur bara verið – reyp.

 

Tað, sum fólkatingsmaðurin hjá flokkinum hevur fingið burturúr í fýra ár, var ein skjótibreyt til politiið, og nú val aftur stundar til, lovar Sambandsflokkurin meira nærpoliti, hóast hann hevur sagt, at tað lyftið longu varð avgreitt farna valskeið.

 

Hvat hevur Sambandsflokkurin gjørt á fólkatingi, tá løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup, segði um nýskipanina innan løgregluna, at skipanin við meira nærpolitii ikki umfataði føroysku løgregluna? Eftir øllum at døma lítið og onki.

 

Tjóðveldi heldur, at løgreglan skal skipast eftir føroyskum leisti samsvarandi teimum umstøðum og avbjóðingum, vit hava í Føroyum. At bíða eftir donskum loysnum er at ganga aftur eftir hæli, vísa royndirnar farna valskeið.

 

So seint sum í hesi vikuni vóru umboð fyri Tjóðveldi á fundi við løgregluna, har vit fingu gott innlit í støðuna.

 

Í 2012 vóru 114 løgreglufólk í Føroyum, og fólkatalið var góð 48.000 fólk. Í dag er fólkatalið góð 54.000, og talið á løgreglufólkum er 106. Sostatt hava vit nú minni politi til munandi meiri fólk.

 

Magni Arge,

 

Tjóðveldi