Størstu donsku partbrøvini byrja vikuna í minus, eftir at Donald Trump leygardagin hótti ES-londini við at seta í gildi ein grundtoll á 30 prosent á vørum, sum fara úr Evropa til USA frá 1. august.
Danska partabrævavísitalið C25, sum fevnir um tey 25 mest virðismiklu og mest handlaðu partabrøvini á partabrævamarknaðinum í Keypmannahavn, liggur mánamorgunin umleið 1720.
Hetta svarar til eina minking uppá 0,7 prosent í mun til afturlatingartíð fríggjadagin.
Tollhóttanirnar hjá Trump hava áður havt við sær stórar lækkingar í partabrøvum bæði á donsku og øðrum evropeiskum virðisbrævamarknaðum.
Tá amerikanski forsetin 2. apríl boðaði frá, at hann fór at seta revsitoll á vørur úr fleiri londum tann sokallaða "Frælsisdagin", fall danska partabrævavísitalið C25 við 6,2 prosentum.
Hetta var næststørsta fallið nakrantíð og hevur bara verið størri 12. mars 2020, tá marknaðurin varð ávirkaður av stongslinum av Danmak hjá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í sambandi við koronufarsóttina.
/Ritzau/