Donsku partabrøvini lata upp í reyðum eftir stórt kursfall uttanlands

Tá C25 á danska partabrævamarknaðinum læt upp í morgun var fallið meira enn trý prosent. Seinast vísitalið fall við meira enn trimum prosentum var í 2022.

Mánadagin endaði japanska Nikkei 225 vísitalið við einum falli uppá 12,4 prosent. Eisini í Danmark fellur C25 frá morgni. (Savnsmynd). - Mynd: Asger Ladefoged/Ritzau Scanpix

Danska C25-vísitalið hevur latið upp í reyðum eftir stór prísfall uttanlands. Eftir fimtan minuttir við handli var vísitalið lækkað umleið 3,5 prosent.

Síðani hevur tað rættað seg nakað, soleiðis at vísitalið um kl 9.50 vísti eitt fall á umleið 2,4 prosent.

Seinast C25-vísitalið fall við meira enn trimum prosentum í einum degi var í september 2022.

Tá var tað fjáltur í sambandi við inflatión og rentuhækkingar, sum rakti bæði danska partabrævamarknaðin og altjóða marknaðirnar.

C25 er fremsta danska virðisbrævavísitalið. Vísitalið er sett saman av teimum 25 mest handlaðu partabrøvunum á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn.

Tey virðismiklastu feløgini taka meginpartin av indeksinum, so sveiggj í størstu partabrævakursunum merkja meira fyri gongdina enn hjá teimum smærru feløgunum.

Ovast í vísitalinum er Maersk, sum klokkan 9.50 var lækkað minni enn eitt prosent fyri bæði A- og B-partabrøvini.

Tað sær verri út hjá Zealand Pharma, Rockwool og Vestas, sum eru í botninum við einum falli uppá yvir fýra prosent klokkan 9.50.

Eisini uttanlands hava síðst í farnu viku verið stór prísfall.

Í morgunendaði japanska Nikkei 225 vísitalan við einum falli uppá 12,4 prosent. Sambært tíðindastovuni AP er hetta størsta fallið hjá indeksinum síðani partabrævamarknaðurin fall í 1987 - eisini nevnt Black Monday.

Bank of Japan hækkaði í síðstu viku rentuna fyri aðru ferð í 17 ár, og spekulatiónir eru um, at rentan kann hækka einaferð afturat.

Hetta hevur styrkt japanska yen, sum er ein negativur faktorur fyri japansku útflutningsfeløgini.

Harumframt komu seinast í farnu viku fleiri lyklatøl fram, sum fingu íleggjarar um allan heim at stúra fyri amerikanska búskapinum.

Fríggjadagin lendi amerikanska jobtalið, sum vísir talið av nýggjum arbeiðsplássum í USA uttan fyri landbúnaðin. Talið lendi á 114.000, sum var munandi lægri enn væntað.

Partabrævið hjá BankNorkdik er fallið 2,3 prosent á partabrævamarknaðinum í Keypmannahavn.

 

/ritzau/

 

Mánadagin endaði japanska Nikkei 225 vísitalið við einum falli uppá 12,4 prosent. Eisini í Danmark fellur C25 frá morgni. (Savnsmynd). - Mynd: Asger Ladefoged/Ritzau Scanpix