Selatrað: Tað sá ógvusligt út, tá Svartá á Selatrað leyp í dag. Tað eydnaðist Kára Jacobsen at filma tvey av áarlopunum

Soleiðis sá út tá Svartá á Selatrað leyp

Fleiri áarlop hava verið í dag. Kári Jacobsen á Selatrað filmaði, tá Svartá á Selatrað leyp

Selatrað: Tað sá ógvusligt út, tá Svartá á Selatrað leyp í dag. Tað eydnaðist Kára Jacobsen at filma tvey av áarlopunum

Tað eydnaðist Kára Jacobsen á Selatrað at filma tvey áarlop í Svartá í dag. Áin leyp fýra ferðir.

– Náttúrukreftirnar er ikki at spæla við, hesa ferð vóru vit »heldig«. Svartá leyp fýra ferðir í dag. Millum hesi bæði lopini vóru bert 5 minuttir, skrivar Kári Jacobsen.

Landsverk skrivar klokkan 19 í kvøld soleiðis: 

Fleiri enn 50 størri og minni áarlop hava verið higartil í dag, serliga á Streymoynni, í Eysturoynni og á Kalsoynni, og nógv vatn er framvegis á vegunum, ein stórur hylur er á landsvegnum oman fyri Skála.

– Vit vilja mæla fólki frá at koyra á Oyndarfjarðarvegnum og Selatraðarvegnum, og tað er ikki ráðiligt at koyra eftir Elduvíkarvegnum, maskinan fer ikki at grava har í kvøld. 

– Bilførarar mugu vísa størsta varsemi tá koyrt verður millum bygdir, skrivar Landsverk.

##med2##

##med3##

 

##med4##

 

 

Selatrað: Tað sá ógvusligt út, tá Svartá á Selatrað leyp í dag. Tað eydnaðist Kára Jacobsen at filma tvey av áarlopunum