Dorit er nýggjur ritstjóri á Varðanum

Varðin verður nú talgildur og kann lesast á netinum

Dorit Hansen er nýggjur ritstjóri á Varðanum.

Tað sigur Jon Hestoy, sum er nevndarlimur í Varðanum.

Forlagið hevur aðalfund 8. mai, og har skal eitt nú nýggjur nevndarlimur veljast fyri Zakarias Wang, sum hevur boðað frá, at hann tekur ikki við afturvali.

Í nevndini sita Zakarias Wang, formaður, Tina K. Jakobsen og Jon Hestoy. Varalimur er Malan Marnersdóttir.

Herfyri legði ritstjórnin frá sær, og í teirra stað kemur Dorit Hansen aftur sum ritstjóri. Hon hevur verið ritstjóri áður, og hevur játtað at taka eitt tørn afturat, sigur Jon Hestoy. Í gomlu ritstjórnini sótu Sámal Soll, Nansý Sunadóttir og Rakel Helmsdal.

Seinasta bindið av varðanum var nummar 90, og er Varðin komin út síðani 1921 – og eru bara 12 ár farin niðurímillum hesi 103 árini.

Tað nýggja við Varðanum er tað, at allir Varðarnir eru ljóslisnir og lagdir í ein databasa, so til ber at leita í øllum útgávunum á netinum.

– Alt tað tekniska er upp á pláss, men vit skulu gera nakrar indekseringar nú, og væntandi verður tað endaliga klárt í fyrr hálvu av árini, so vónandi ber til at leita í øllum Varðunum á ólavsøku, sigur Jon Hestoy.

Spurdur um tað er ein líkandi skipan, sum vit kenna frá tidarrit.fo, sum er dátugrunnurin við føroysku bløðnum, so sigur Jon Hestoy, at talan er um eina nógv betri skipan, har til ber at leita upp á tvørs á øllum útgávum, sigur hann.

– Tú kanst til dømis fara inn og leita upp á William Heinesen í øllum Varðunum, ella finna alt tað, sum er indekserað til William Heinesen, ella tú kanst leita eftir einum orði og við samansetingum, sigur Jon Hestoy, sum er sera spentur upp á hesa verkætlan.