E10 bensin - ansa eftir motorinum 

E10 bensin er komið í staðin fyri blýfrítt 95 bensin á bensinstøðunum kring landið. 

Endamálið við hesum skifti er, at flutningur skal gerast grønari. Hetta hevur tó ikki stórvegis praktiskan týdning fyri bilførarar. Heitið E10 vísir til mongdina av etanoli í bensininum. E10 inniheldur 10% av etanoli, ið verður blandað í bensinið. 

 

Allarflestu bensinbilar eru góðkendir at koyra við E10. Tískil kanst tú fylla á bilin júst, sum tú plagar. E10 kann tó hava avbjóðingar fyri eldri bilar, motorsúkklur, skutarar, prutl, bátamotorar og bensinrikin havaamboð so sum sláimaskinur. 

 

Eurol Petrol Fuel Treat

Føroya Oljusøla hevur eitt produkt, sum eitur Eurol Petrol Fuel Treat, sum er gjørt til at verja bensinmotorar móti evju, belegningi, rusti og teringi í brennievnisskipanini. Hetta er serliga galdandi fyri motorar, sum verða lítð brúktir. Stillstandandi bensin heldur einans í  umleið tríggjar mánaðir.

 

Eurol Petrol Fuel Treat kann forða fyri, at E10-bensinið ger skaða á bensinsystemið, og at tað heldur sær  longri.

 

Føroya Oljusøla er ein fyritøka, sum hevur lagt seg eftir at selja olju, vaskievni og at rustviðgera bilar.

 

Tað er Marner við Skipá, sum eigur og rekur Sp/f Føroya Oljusølu, ið er ein fyritøka, sum seinastu mongu árini hevur selt smyrjuolju til persón- og lastbilar, bátar, motorsúkklur, traktorar og sláimaskinur.