Evropiski Miðbankin við Christine Lagarde á odda lækkaði í dag rentuna við 0,25 prosentstigum. - Foto: Kirill Kudryavtsev/Ritzau Scanpix

Miðbankin lækkar rentuna enn einaferð

Evropeiski miðbankin, ECB, hevur í dag avgjørt at lækka rentuna við 0,25 prosentstigum.

Evropiski Miðbankin við Christine Lagarde á odda lækkaði í dag rentuna við 0,25 prosentstigum. - Foto: Kirill Kudryavtsev/Ritzau Scanpix

Hetta er fimtu ferð á rað, at evropeiski miðbankin hevur lækkað rentuna. Tað er í dag avgjørt eftir ársins fyrsta rentufund hjá miðbankanum, sum setur peningapolitisku kósina fyri evruøkið.

Her avgjørdu limirnir í stjórnarráðnum hjá ECB at lækka rentuna við 0,25 prosentstigum, soleiðis at hon kom niður á 2,75 prosent. Fyri sjey mánaðum síðani, áðrenn miðbankin fór undir sínar rentulækkingar, var rentan 4 prosent.

Høvuðsorsøkin er evropeiski búskapurin, sum hevur verið í einum skrædli í longri tíð og so við og við steðgar upp. Fyrr í dag vístu nýggj lyklatøl frá Eurostat ein vøkstur á null prosent í evruøkinum seinasta ársfjórðing 2024.

Samstundis eru londini í vanda fyri at fáa stóra kapping úr USA, har Donald Trump eitt nú hevur hótt við revsitolli móti evropeiskum fyritøkum, og hetta fær avleiðingar fyri búskapin. Hinvegin er inflatiónin í Evropa nakað oman fyri málið hjá ECB á 2 prosent. Tí skal miðbankin ansa eftir ikki at stimbra búskapin ov nógv, tí tað er vandi fyri at seta ferð á inflatiónina.

Hinuvegin kunngjørdi Jerome Powell, stjórin í Amerikanska Miðbankanum, mikukvøldið, at rentustøðið verður óbroytt. Grundgevingin var, at amerikanski búskapurin og arbeiðsmarknaðurin eru í framúr góðum standi, meðan inflatiónin framvegis er oman fyri 2-prosentmarkið.

 

 

Evropiski Miðbankin við Christine Lagarde á odda lækkaði í dag rentuna við 0,25 prosentstigum. - Foto: Kirill Kudryavtsev/Ritzau Scanpix