- Eg vóni at Kina fær Russland at steðga krígnum

- Eg síggi viðurskiftini millum Russland og Kina, sum Kina er hitt sterkara landið, ið hevur stóra ávirkan, sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre.

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sigur seg vóna, at kinesiski forsetin, Xi Jinping, sum í hesum døgum er á vitjan í Russlandi, fær russiska forsetan, Vladimir Putin, at steðga krígnum í Ukraina.

 

- Um Kina kann hava eina slíka ávirkan á Russland, at landið vil gevast við krígnum í Ukraina og virða landamørk, soleiðis sum kinesiska uppskotið um vápnahvíld leggur upp til, so mugu vit siga, at tað er gott.

 

Men, heldur norski forsætisráðharrin, at tað er hetta, sum hendir á fundinum millum forsetarnar báðar í Moskva?

 

- Eg síggi viðurskiftini millum Russland og Kina, sum Kina er hitt sterkara landið, ið hevur stóra ávirkan, sigur Jonas Gahr Støre, sum sigur seg vóna, at kinesiski forsetin, Xi Jinping, fær í lag eina vápnahvíld í Ukraina.

 

Tað er Verdens Gang, sum hevur skift orð við norska forsætisráðharran í dag.