Nógvir hondbóltsáhugaðir føroyingar hava verið spentir uppá um ikki evropiska hondbóltssambandið, EHF aftaná tvey megnar føroysk avrik móti Niðurlondum við javnleiki og einum sigri, fór at velja minst ein føroyskan leikara á liðið hjá EHF fyri triðja og fjórða leikumfar í EM-undankappingini.
Niðurlendski Rutger Ten Velde, ið skoraði 20 mál upp á 22 málmøguleikar í tveimum dystum móti Føroyum er valdur á liðið hjá EHF, men pláss var ikki - hóast brøgdini - fyri nøkrum føroyskum leikara á liðnum hjá EHF.
Her er liðið hjá EHF fyri triðja og fjórða umfar í EM-undankappingini:
##med2##