Í dag hava Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Fiskimannafelag skrivað undir tvey ára semju um nýggjar sáttmálar fyri dekkarar og kokkar við handilsskipum.
- Partarnir eru samdir um eina lønarhækkan á 3,92 prosent fyrsta árið og 3,87 prosent annað árið. Harumframt hækkar eftirlønin við 0,5 prosentum.
Hetta veit Vinnuhúsið at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at aðrar broytingar og tillagingar eru eisini gjørdar í sáttmálanum.
- Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, sum byrjaði 1. mai 2024.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/reidarar-og-skiparar-samdir-um-nyggjan-sattmala