Eiga at umhugsa mátan vit býta grind uppá

Kanska er mátin, vit býta grind upp á, ikki tann rætti longur, heldur sýslumaður

Vit eiga at umhugsa hvussu vit býta grind. Tað sigur Finnbogi Midjord, sýslumáður.

Sum vit skrivaðu í morgun, komu vágafólk í neyð av grindini, sum varð dripin í Sandavági í gjáramorgunin, tí tí nógvir heimapartar lógu eftir.

 

Les meiri her: Komu í neyð av grindini í Vágum

 

Finnbogi Midjord sigur, at hann metti ikki, at vágafólk høvdu nokk av grind frammanundan, tí eingin grind er deyð har vesturi í ár og av tí sama varð grindin hildin til og býtt til vágafólk.

Men hann sigur, at tá ið vestmenningar og kvívíkingar høvdu fingið sítt, fór einki fyri skeyti kortini – og tað skal tað heldur ikki fara, leggur hann afturat

Men hann heldur, at kanska eta fólk ikki so ofta grind longur. Fyrr ótu fólk grind hvørja viku, men nú er tað kanska eina ferð mánaðin og tískil varar hon nógv longri, heldur hann.

Og hann heldur, at hetta eigur at fáa okkum at umhugsa, hvussu vit drepa grind.

Hann vísir á, at í Havnini hava tey eina skipan har tey, sum vilja hava grind, skrivað seg upp hjá kommununi, so tey, sum ikki skriva seg upp, eru fólk, sum ikki leggja í at fáa grind, og so verða heimapartar heldur ikki býtt til tey.

Hann heldur, at hetta er ein mannagongd, sum kundi verið brúktur aðrastaðni við, soleiðis at tey, sum vilja hava grind, skriva seg upp. Úrslitið er so eisini, at tey, sum ikki vilja hava grind, fáa heldur ikki part.

Hann leggur kortini afturat, at verður grind hildin til í Vágum aftur í næstum, verður hon ikki býtt til vágafólk, men til onnur øki í landinum, har tey mangla grind.

Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, hevur ikki gjørt sær nakra greiða meining um, antin tað er grindabýtið skal broytast.

Men hon vísir á, at tað eru nógv ár síðani, at grind var býtt í heimapartar har vesturi, og hon heldur, at tað kann vera, at tey sum vilja hava grind, fara í grind sjálvi.

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, heldur, at høvdu vit havt eina skipan, har tey, sum vilja hava grind, skriva seg upp, hevði úrslitið verið, at viðurskiftini við heimapartum, vórðu betri skipað.

Moralskt er tað skeivt at vit drepa dýr, sum vit ikki gagnnýta so at tey fara fara til spillis, heldur hon.