Ein lýsing av korum hjá sálarsjúkum í sløk 200 ár

Nýggj grein gevur innlit í, hvussu livkorini hava verið hjá sálarsjúkum føroyingum frá fyrst í 1800-talinum og fram til, at vit fingu psykiatriskt sjúkrahús síðst í 1960-unum, tað skrivar Fróðskaparsetur Føroya

Elisabeth O.C. Hall, Jana Mortensen, Annemi Lund Joensen og Susanne Malchau Dietz, granskarar, hava skrivað vísindaligu greinina í Fróðskaparriti

 

 

An account of the conditions of Faroese individuals with a mental illness from the early 1800s to the late 1960s.

 

Hetta er heitið á nýggjari javnlíkamettari grein, sum Elisabeth O.C. Hall, Jana Mortensen, Annemi Lund Joensen og Susanne Malchau Dietz, granskarar og sjúkrarøktarfrøðingar, hava latið úr hondum, og sum er partur av serútgávu av Fróðskaparriti um menniskjarættindi í Føroyum. Tíðarskeiðið fevnir sostatt um næstan 200 ár.

 

Tær fýra hava granskað søguligt tilfar frá tíðliga í 1800 og fram til, at psykiatrisk viðgerð, framd av føroyskum serfrøðingum, bleiv møgulig her í Føroyum. Greinin er ein frásøgn um støðurnar hjá hesum borgarum, og fleiri teirra eru ikki sørt rørandi.

 

Sálarlig sjúka í eldri tíð

 

Í gomlum døgum var sera svárt at hava sálarsjúku. Samfelagsfatanin bæði í Føroyum og í øðrum londum var, at sálasjúk vóru “hysterisk” ella galin. Familjur skammaðust og royndu at krógva tey sjúku burtur í fjósum ella "dárakistum". Í Føroyum og Danmark vóru lógir um skráseting, men sjáldan var nøkur læknalig vegleiðing ella mannarættindi, sum vardu.

 

Í greinini hoyra vit m.a. H.C. Andersen, sum í byrjanini av 1800-talinum lýsir eina ræðandi uppliving, har hann hevur hitt eina nakna “galna konu” í einari "dárakistu". Hon royndi at toyggja seg at honum gjøgnum eitt hegni, og H.C. Andersen skrivar, at hetta ræddi hann næstan til deyðis.

 

Lívið hjá sálarsjúkum í Føroyum og úti í heimi

Greinin lýsir lívið hjá sálarsjúkum í Føroyum og teirra flyting á psykiatrisk sjúkrahús uttanlands, bæði í Danmark og síðani í Onglandi og Skotlandi.

 

Ein partur snýr seg um, hvussu fólk við sálarsjúkum í Føroyum vórðu avbyrgd í sokallaðum “dárakistum” í Havn. Mangan vóru tey ógvuslig í atburði og hildu nógvan gang, og hugsandi er, at avbyrgingin í sjálvum sær hevur elvt til tann harðskap, sum hon annars var ætlað at forða fyri.

 

Ein annar partur viðger, hvussu ringt sálarsjúk høvdu tað á drúgvu, møðsomu og fullsettu sjóferðunum til Danmarkar, Onglands ella Skotlands, har tey skuldu fáa viðgerð. Hesar søgur eru serliga nemandi.

 

Menning av viðgerðum og bøtt kor

 

Greinin umrøður eisini menningina av sálarfrøðiligari og medisinskari viðgerð, sum broytti støðuna munandi. Við nýggjum heilivági gjørdust tey sjúku betur fyri sálarliga og kundu taka lut í arbeiði, so sum í urtagørðum og húsarhaldum. Tey tordu eisini at vera við sosialt. Á donsku sjúkrahúsunum blivu fleiri sjúklingar partur av arbeiðslagnum hjá starvsfólkunum - eisini privat - og tey ótu og vóru saman við teirra familjum á jólum og á páskum. Summi teirra vóru har alt lívið og vórðu jarðað í kirkjugørðum, sum hoyrdu til sjúkrahúsini.

 

Greinin vísir tó, at føroyskir sjúklingar á donskum stovnum mangan longdust heim og saknaðu vitjanir frá sínum egnu. Tey tráaðu eftir føroyskum mati, at samskifta á føroyskum o.a.

 

Niðurstøða

Høvundarnir leggja við hesi greinini dent á tann týdning, sum tað hevur at viðurkenna serligu søguna um sálarheilsurøkt í Føroyum. Granskararnir leggja eisini áherðslu á, at tørvur framvegis er á at styrkja um virðingina fyri mannarættindum hjá fólki, sum hava sálarsjúku.

 

Lesið greinina her.

 

Lesið alla serútgávina av Fróðskaparriti um menniskjarættindi her.

 

Elisabeth O.C. Hall, Jana Mortensen, Annemi Lund Joensen og Susanne Malchau Dietz, granskarar, hava skrivað vísindaligu greinina í Fróðskaparriti