HM: Stórsigrar til Kroatia og Egyptaland í bólki H

Barein og Argentina máttu leggja rygg til stórtap

Mynd: IHF

Kroatia sum deilir vertsskapin saman við Danmark og Noreg til HM-endaspælið í manshondbólti kom væl frá landi í innleiðandi bólki H.

 

Í Zagreb vann Kroatia stórsigur 36-22 á Bahrein.Í steðginum var Kroatia á odda 17-9.

 

Í sama bólki vann Egyptaland eisini stórsigur á Argentina. Tað endaði 39-25 (21-11) til Egyptaland.

 

Kroatia-Bahrein 36-22 (17-9)

 

Toppskjúttar Kroatia: Mario Šoštarič 8, Filip Glavaš 5, Mateo Maraš 4, Tin Lučin 4, Marin Jelinić 4.

 

Toppskjúttar Bahrein: Ali Eid 6, Qasim Qambar 3, Ali Alasheeri 3, Mohamed Mohamed 3.

 

Egyptaland-Argentina 39-25 (21-11)

 

Toppskjúttar Egyptaland: Mohammad Sanad 6, Ali Zein 5, Ahmed Khairi 4, Akram Yousri 4.

 

Toppskjúttar Argentina: Lucas Moscariello 7, Nicolas Bono 4. 

 

Egyptaland og Kroatia hava tvey stig hvør. Argentina og Bahrein hava einki stig. 

 

Skráin fyri bólk H: 

 

15. januar: Egyptaland – Argentina 39-25 (21-11)

 

15. januar: Kroatia – Bahrein 36-22 (17-9)

 

17. januar: Bahrein – Egyptaland, klokkan 17.

 

17. januar: Kroatia – Argentina, klokkan 19.30.

 

19. januar: Argentina – Bahrein, klokkan 17.

 

19. januar: Egyptaland – Kroatia, klokkan 19.30.

 

Mynd: IHF