Funnu eina byrsu í bilinum hjá einum manni

Ein maður er meldaður fyri at hava skotið ein lóm. Lómur er friðaður, og man hevur tí ikki loyvi at skjóta hendan fuglin.

Saksun

Í gjár fekk løgreglan eina heldur øðrvísi fráboðan. Tað var um ein mann, sum skal hava skotið ein lóm í Saksun.

 

Maðurin verður skuldsettur fyri brot á fuglaveiðilógina, tí man hevur ikki loyvi at skjóta lóm. Harumframt kann man heldur ikki kann skjóta á jørðini hjá einum øðrum - sum hesin sambært løgregluni skal hava gjørt. Sostatt er talan um tvey lógarbrot.

 

Hald varð í hesum sambandi lagt á eina høglbyrsu, sum løgreglan fann í bilinum hjá manninum. Hetta var um klokkan 21:30

 

Tað var ein, sum var staddur í Saksun og sá mannin skjóta, sum boðaði frá. 

 

Men maðurin noktar seg sekan. Verður hann funnin sekur, kann hann vænta at fáa eina bót. 

 

Soleiðis sær ein lómur út:

 

##med2##

 

Saksun