Føroya fólk fekk eina sokallaða “vinarheilsan” frá einum fyrrverandi løgtingslimi fyri fólkaflokkin.
Hann royndi at grundgeva fyri, hví nakrir fáir útvaldir føroyingar hava uppiborið at eiga okkara firðir og náttúrutilfeingi. Hesir føroyingar hava lagt nógv fyri og hava skapað stórar fyritøkur, undir rættiliga avbjóðandi umstøðum, og mugu tí eiga okkara firðir og allan okkara fisk í allar ævir.
Heilsanin endar við, at “ein má hava áræði, vera ágrýtin og taka ábyrgd, tað er vegurin fram”.
Henda heilsanin lýsir so greitt, hvussu lítið Fólkaflokkurin,virðir hesar fyritøkur og teir persónar, ið hava skapað fyritøkurnar; og hvussu bangnir teir eru fyri kapping í vinnuni.
Hòast hesir dugnaligu føroyingar, ið eru nevndir í heilsanini, høvdu sjálvandi bæði áræði og ágrýtni, og teir tóku eisiniábyrgd, heldur Fólkaflokkurin nú týðiliga, at hesir føroyingar skulu sleppa undan øllum áræði, ágrýtni og at taka ábyrgd.
Fólkaflokkurin heldur, at hesir føroyingar skulu verjast móti øllum øðrum føroyingum við áræði, ágrýtni og ábyrgd. Teir skulu hava rættin til firðir og fisk fyri onki, og ongin annar skal hava nakran møguleika at kappast við teir.
Heilsanin sigur onki um, at tað nevniliga er ein rættiliga stórur munur á teimum umstøðum, hesi fáu útvaldu bygdu teirra fyritøkur undir, og teimum umstøðum føroyingar við áræði, ágrýtni og ábyrgd í dag skulu berjast við.
Rættindini vóru ikki latin nøkrum fáum at eiga. Tá hevði ein og hvør møguleika at bjóða seg fram í vinnuni.
Um onkur við áræði, ágrýtni og vilja til at taka ábyrgd, ætlar sær framat, má viðkomandi keypa rættindini, frá onkrum, sum annars hevur fingið rættindini fyri onki.
Og hví nevnir heilsanin ikki eisini allar teir hundra- ella túsundtals føroyingar, ið hava mannað skipini, og tí eiga minst líka stóran lut í tí stríði, tað hevur verið at skapt fyritøkurnar?
Tað ger hon ikki, tí Fólkaflokkurin virðir ikki tey, ið gera mesta arbeiðið, Fólkaflokkurin virðir bara tey, ið eiga mesta peningin.
Hans Jacob Thomsen, Javnaðarflokkurin