Ein túrur gjøgnum sundurbumbaða Mariupol

Havnarbýurin við Azovska havið í Ukraina hevur fingið sera ringa viðferð frá russarum, sum hava bumbað býin sundur og saman. Azovska havið er havi norðan fyri Krim hálvoynna, sum skilir Azovska havið frá Svartahavinum.

Sera harðir bardagar hava verið í býnum síðani russisku innrásina í Ukraina 24. februar, og nógv fólk eru deyð.

Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelensky kann býurin ikki bjargast undan russisku deildunum, um Ukraina ikki fær stríðsflogfør og stríðsvognar.

– Ukraina kann ikki skjóta russisk missil niður við høgbyrsjum og maskinbyrsjum.

 

– Ukraina biður um bara eitt prosent av stríðsvognunum og flogførum hjá Nato, sigur hann.

##med2##