Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, heilsar franska forsetanum, Emmanuel Macron, sum serliga átalar Russland fyri álopið á býin, Kryvyij Rih, har níggju børn lótu lív

Ein vápnahvíld má fáast í lag skjótast gjørligt

Franski forsetin, Emmanuel Macron, finst hvassliga at Russlandi fyri álopini á Ukraina seinastu vikuna, har fleiri børn hava ligið eftirá

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, heilsar franska forsetanum, Emmanuel Macron, sum serliga átalar Russland fyri álopið á býin, Kryvyij Rih, har níggju børn lótu lív

Fleiri avropeiskir leiðarar hava funnist hvassliga at russisku krígsførsluni í Ukraina seinastu dagarnar, har fleiri sivilfólk hava latið lív.

 

Millum ríkisleiðararnar er eitt nú franski forsetin, Emmanuel Macron, sum serliga átalar Russland fyri álopið á býin, Kryvyij Rih, har níggju børn lótu lív.

 

- Meðan Ukraina góðtók uppskotið hjá Donald Trump um eina fullkomna og treytaleysa vápnahvíld í 30 dagar fyri næstan einum mánað síðan, heldur Russland fram við sínum álopum - uttan at taka atlit til sivilfólk.

 

Soleiðis skrivar Emmanuel Macron á X, fyrrverandi Twitter. Forsetin heldur, at neyðugt er við hørðum átøkum, um Russland ikki tekur undir við einari vápnahvíld.

 

Hann heldur, at neyðugt er, at ein vápnahvíld fæst í lag skjótast gjørligt. 

 

- Hvussu leingi ætlar Russland at ignorera amerikansku friðarroyndirnar og Ukraina við at halda fram við at drepa børn og sivil, spyr Emmanuel Macron.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/russar-drupu-niggju-boern-i-heimbynum-hja-zelenskyj

 

 

 

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, heilsar franska forsetanum, Emmanuel Macron, sum serliga átalar Russland fyri álopið á býin, Kryvyij Rih, har níggju børn lótu lív