Í kvøld skipaði Fakfelagssamstarvið fyri pallborðsfundi í Smæruni í Havn við floksforfólkum um ætlanina hjá landsstýrinum at hækka pensjónsaldurin.
Umboðini vóru Beinir Johannesen fyri Fólkaflokkin, Bárður á Steig Nielsen fyri Sambandsflokkin, Aksel V. Johannesen fyri Javnaðarflokkin, Eirikur í Jákupsstovu var fyri Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, og Ruth Vang fyri Framsókn.
Samgongufólkini greiddu frá sínum grundgevingum fyri uppskotinum, at tað er neyðugt at fólk eru longri á arbeiðsmarknaðinum til tess at bøta um langtíðarhaldføri í búskapinum.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, vísti á, at tað at hækka pensjónsaldurin loysir helvtina av haldførisavbjóðingini. Hann saknaði eisini alternativ frá andstøðuni, sum sigur seg ikki taka undir við at hækka pensjónsaldurin, men heldur vil gera onnur átøk. Løgmaður spurdi eftir hesum átøkum, sum tó ikki komu fram.
Búsakaparráðið hevur í fleiri ár mælt til, at pensjónsaldurin hækkar.
Ruth Vang grundgav eisini, og vísti á, at vit liva alsamt longur og segði, at tað vit eru komin upp á 70 ára pensjónsaldur í 2040 skulu vit hyggja uppá, um hann skal hækkast meira.
Aksel V. Johannesen segði, at Javnaðarflokkurin hevur ikki bundið seg til at hækka pensjónsaldurin meira enn til 70 ár, sum hann segði vera nóg høgt.
Bárður á Steig Nielsen og Beinir Johannesen søgdu seg ikki taka undir við uppsktinum, men mæltu til, at onnur tiltøk vórðu sett í verk. Bárður á Steig Nielsen helt, at um mótrokningin hjá pensjónistum varð avtikin, so hjálpti tað nógv.
Spurdir um teir fóru at lækka pensjónsaldurin aftur, tá teir komu til søgdu teir, at tað fóru teir ikki at gera.
Løgmaður segði, at semja er í samgonguni at samtykkja uppskotið. Nú eru vit ikki von við breiður semjur í Føroyum – men tað tykist, sum um andstøðuumboð innast inni taka undir við uppskotinum, men kortini fara at atkvøða ímóti. Tì skuldi tað miseydnast hjá hesum landsstýrinum, so verður tað næsta landsstýrið sum fer at samtykkja hægri pensjónsaldur – og soleiðis kunnu politikkur og taktikkur renna saman í eina hægri eind.
Fakfeløgini eru øll sum eitt ímóti at hækka pensjónsaldurin.