- Eingin kann steðga Putin við telefonsamrøðum, sigur pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, eftir seinastu russisku álopini nærindis markinum til Póllands.
Russisku álopini komu stutt eftir, at týski kanslarin, Olaf Scholz, hevði tosað í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fýltist á, at kanslarin hevði sett seg í samband russiska forsetan, tí, sum hann segði, so fer Putin við einari slíkari samrøðu bara at føla seg minni "isoleraðan".
Olaf Scholz vardi samrøðuna við at siga, at hon hevði til endamáls at beina burtur møguligan iva hjá russiska forsetanum um stuðulin hjá vesturheiminum til Ukraina.
Russiska álopið á Ukraina í morguntímunum í morgun er eitt av størstu loftálopum á Ukraina higartil í krígnum, segði ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha.
Og hesi álop komu nú bara tveir dagar eftir, at týski kanslarin, Olaf Scholz, hevði sett seg í samband við russiska forsetan í telefonini.
Eftir hesi russisku álop, har ávaringarlúðrar eisini fóru í gongd í Póllandi, heldur nú eisini pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, at samrøðan millum kanslaran og Putin var betur ógjørd.
##med2##
- Eingin kann steðga Putin við telefonsamrøðum. Álopið í nátt er eitt av teimum mest umfatandi álopunum higartil í krígnum. Hetta vísir, at telefondiplomati ikki kann setast í staðin fyri veruligan stuðul til Ukraina úr vesturheiminum, skrivar Donald Tusk á X, fyrrverandi Twitter í dag.
Pólski forsætisráðharrin leggur aftrat, at næstu vikurnar verða avgerandi - ikki bara fyri kríggið, men eisini fyri framtíðina. Millum málini hjá Russlandi í álopunum í morgun var eitt nú Lviv-regiónin í Ukraina, sum liggur nær markinum til Póllands.