Nú eru fiskifrøðingar komnir eftir, at toskurin við Jan Mayen er ein sjálvstøðugur stovnur, sum merkir, at atlitið til friðing er sterkari í ár enn undanfarin ár

Eingin veiða eftir Jan Mayen-toski

Verður tað soleiðis, sum fiskifrøðiliga ráðgevingin sigur, verður eingin veiða eftir toski við Jan Mayen í ár

 

 

Nú eru fiskifrøðingar komnir eftir, at toskurin við Jan Mayen er ein sjálvstøðugur stovnur, sum merkir, at atlitið til friðing er sterkari í ár enn undanfarin ár

Lítið bendir á, at nakar fiskiskapur verður eftir toski út fyri Jan Mayen í 2025.

 

Nýggj vísindalig ráðgeving sigur nevniliga, at grundarlag er ikki fyri veiði eftir toski í ár.

 

Nú eru fiskifrøðingar komnir eftir, at toskurin við Jan Mayen er ein sjálvstøðugur stovnur, sum merkir, at atlitið til friðing er sterkari í ár enn undanfarin ár.

 

Norski Havgranskingarstovnurin hevur nýliga almannakunngjørt eina kanning, ið vísir rekaleiðirnar hjá toskayngli, sum er gýttur við Jan Mayen. 

 

Úrslitini vísa, at nøkur ár er nóg mikið av toskayngli kring oynna til, at hetta kann vera ein sjálvstøðugur stovnur.

 

- Um Jan Mayen-toskurin er ein serstakur stovnur, krevur hetta eitt annað slag av umsiting, enn um talan er um fisk, sum flytir til leiðirnar kring oynna.

 

Tað sigur Bjarte Bogstad á norska Havgranskingarstovninum.

 

Hann leggur afturat, at ein minni, lokalur stovnur verður meira viðbrekin fyri veiðu og harvið krevur varligari veiðitrýst.

 

##med2##

 

Árini 2019 til 2023 eru regluligar kanningar gjørdar í havøkinum kring Jan Mayen.

 

Við tað, at somu kanningar verða gjørdar á hvørjum ári, fæst ein góð ábending av toskastovninum í økinum.

 

Tað er www.kystmagasinet.no, sum er kelda til henda tíðindastubban um toskin kring Jan Mayen.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Nú eru fiskifrøðingar komnir eftir, at toskurin við Jan Mayen er ein sjálvstøðugur stovnur, sum merkir, at atlitið til friðing er sterkari í ár enn undanfarin ár

Jan Mayen er júst á stødd við Streymoynna, men er umleið tríggjar ferðir so høg