VIDEO: Spania-Frakland 1-1 og Pólland-Italia 3-4

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dagsins dystum við Djúpumýru og á Tórsvølli

FSF skrivar:

 

 

 

- EM 2025 // Mánadagin vórðu fyrstu dystirnir í bólki B á skránni. Spania og Frankaríki spældu javnleik 1-1, meðan Italia vann 4-3 á Póllandi

 


EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum er komið væl í gongd. Sunnudagin vóru fyrstu dystirnir í bólki A á skránni, og mánadagin fóru londini í bólki B á vøllin.

 

Á Djúpumýru í Klaksvík endaði tað við javnleiki 1-1 millum Spania og Frankaríki, og á Tórsvølli vann Italia ein málríkan dyst móti Póllandi. Úrslitið gjørdist 4-3 til Italia, sum var á odda 3-0 í hálvleikinum.

 

Í morgin, týsdagin er hvíludagur, og síðani verður spælt aftur mikudagin 7. mai. Klokkan 15:00 møtast Føroyar og Eysturríki á Djúpumýru, og klokkand 18:00 spæla Holland og Noreg á Tórsvølli. Skrivar FSF.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dagsins dystum, ið vóru leiktir við Djúpumýru og á Tórsvølli:

 

##med2##

 

##med3##